Ørskapur – nýtt staklag hjá Bjarka Hansen

Í hesum døgum gevur Bjarki Hansen eitt nýtt staklag út á YouTube og Spotify. Lagið eitur Ørskapur og verður á YouTube fríggjadagin 30. mai og á Spotify um nakrar dagar.

Bjarki Hansen er av navnframari tónleikarafamilju í Føroyum. Hann er sonur gittarúrmælingin Hans Karl Hansen, sála, og systkini eru Guðrið Hansdóttir og Fróði Hansen, ið bæði eru tónleikarar.

 

Bjarki hevur higartil sungið sangir, sum onnur hava skrivað, men við Ørskapinum er øðrvísi. Bjarki hevur sjálvur gjørt lagið til henda sangin og tað er Hans Jacob Kollslíð, sum hevur skrivað tekstin.

 

Hjalti Joensen, gittaristur og ein drívmegi í rokkbólkinum Moirae, hevur havt ein stóran leiklut í skapanini av Ørskapinum. Hjalti hevur, saman við Hans Jacob Kollslíð og Bjarka Hansen, útsett sangin og tikið meginpartin av honum upp. Afturat teimum trimum hoyrast eisini Jóhan Petur Andreasen (orgul), Óli Poulsen (bass) og James Olsen (trummur) á staklagnum. Tað er Óli Poulsen, sum hevur ljóðblandað og mastrað lagið. Hjalti Joensen hevur framleitt.

 

 

 

Ørskapur

 

Bjarki Hansen: sang og kór

Hjalti Joensen: gittarar

Hans Jacob Kollslíð: gittar

Jóhan Petur Andreasen: Hammond orgul

Óli Poulsen: bass og ljóðeffektir

James Olsen: trummur

 

Tikið upp hava: Hjalti Joensen, Hans Marius Weihe Ziska og Óli Poulsen

Framleitt hevur: Hjalti Joensen

Ljóðblandað hevur: Óli Poulsen

Mastrað hevur: Óli Poulsen

 

Orð: Hans Jacob Kollslíð

Lag: Bjarki Hansen