Oyggjaleikir: Av føroysku ítróttarfólkunum var tað serliga eitt, ið skaraði framúr, og var tað 23 ára gamli havnarmaðurin, Øssur Debes Eiriksfoss, sum við sær heimaftur hevur tilsamans 10 heiðursmerki. Og tey vann hann enntá í tveimum ymsum ítróttargreinum!
Í fimleiki vann hann sjálvur tvey gullmerki, umframt eitt gullmerki fyri lið. Haraftrat vann hann fýra silvurmerki sjálvur og eitt bronsumerki fyri lið. Men umframt fimleikin, var hann eisini við í hæddarlopi og trístøkki, og í báðum førum eydnaðist honum at vinna silvur.
Sigast má, at úrtøkan hevur verið framúr, tí hann vann bæði flest gullmerki og flest heiðursmerki yvirhøvur av føroysku ítróttarfólkunum.
Hini gullmerkini fullu soleiðis, at Valborg Heinesen vann tvey í renning á longru teinunum, Marius F. Joensen vann tvey í skjóting, bæði sum einstaklingur og fyri lið, Valerijs Savins vann gull í fimleiki, Rannvá D. Carlsson og Niclas H. Eysturoy vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í badminton, og so vunnu flogbóltskvinnurnar gull í liðkappingini.