Øssur var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Eisini Jógvan Elmarsson Ósá skoraði tvey mál, tá ið HB við stórsigri í Sørvági tók seg burtur úr botninum

Tað var málveitsla á Dungasandi í Sørvági, tá ið teir næstbestu hjá HB vunnu 7-3 ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. Harvið hevur 07 Vestur framvegis ikki vunnið og er aftast við einum stigi.

 

Sigurin ber við sær, at HB er á sjeynda plássi við 16 stigum – eitt stig aftanfyri Undrið FF.

 

Fyrsta hálva tíman skoraði HB tvey mál. Í báðum førum var Jógvan Elmarsson Ósá málskjútti. 17 ára gamli Jógvan skoraði tvey mál í næstbestu deildini í fjør, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð tvey mál í sama dysti.

 

Hálvleiksstøðan var 3-1 til HB. Napoleon Tjørnudal minkaði um munin, og Øssur M. Dalbúð økti um munin til 3-1.

 

Øssur M. Dalbúð hevur verið skaddur, og var í dag settur á næstbesta liðið at fáa dystarvenjing. Hann var á vøllinum í 77 minuttir, og áðrenn hann varð skiftur út, økti hann um munin til 4-1, og tveir minuttir seinni var tað Baldur Niclasen, sum økti til 5-1. Hetta var fyrsta málið hjá 16 ára gamla Balduri Niclasen í næstbestu deildini.

 

So gekk skjótt við málskjótingini. 07 Vestur gjørdi sjálvmál, og so var støðan 6-1. So minkaði 07 Vestur tvær ferðir um munin. Innskiftu Emil Mikkelsen og Julian Mouritsen vóru málskjúttar, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 16 ára gamli Julian Mouritsen var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Pauli Magnussen 7-3 HB sigurin. Hetta var fyrsta ferðin, at 20 ára gamli Pauli Magnussen var málskjútti á næstbesta HB liðnum.

 

18. juni fer HB at spæla í Fuglafirði, og sama dag fer 07 Vestur at spæla í Runavík.