Jens Pauli Heinesen var bert 21, tá ið hann legði til brots við stuttsøgusavninum »Degningsælið«, ið gav góðar vónir um komandi verk frá høvundinum, men samstundis eru tær yvirhøvur stuttu søgurnar ofta ólidnar og mest sum ov sveimandi. Mótsetningsásurin er aloftast listin mótvegis borgara, ella gomul mentan mótvegis nútímans býttiskapi, kvæði mótvegis poppmusikki, og lesarin er aldrin í iva um, hvar høvundurin flýtur. Gerandisstrevið er ikki høgt í metum, tí tað sambært høvundsins fatan ikki grundar seg á hugbirtingar.
Skaldsøgan »Yrkjarin úr Selvík« frá 1958 og stuttsøgusavnið »Hin vakra kvirran« frá 1959 viðgera spurningar av sama slag, og høvundurin hevur í greinini »Orðini« um hesar báðar bøkurnar sagt, at tær eru roynd »at lýsa eitt sindur av hesi spurnarfløkju list móti lívi - listamaður móti borgara«.
Hóast »Yrkjarin í Selvík« málsliga ikki er so liðilig og livandi, sum tær seinnu bøkurnar hjá Jens Paula, so hevur hon tann fyrimun frá einum bókmentasjónarmiði, at hon hevur øll tey høvuðstemu í sær, sum koma til viðgerðar seinni í skaldskapinum: listamaður mótvegis samfelag, hvat er tíð, skilnaðurin millum gomlu og nýggju tíðina. Kærleiki, eitt evni, sum høvundurin hevur serligt hegni at viðgera, hevur somuleiðis stóran leiklut. Teir spurningar, sum Jens Pauli Heinesen meinar, at tað er umráðandi at kanna og lýsa, eru longu grundfestir tíðliga í skaldskapinum.
Bygdarsamfelagið
Í árunum 1962 til 1966 kemur skaldsøgan »Tú upphavsins heimur« I-III. Hon lýsir eina avskildraða bygd, har skúlalærarin roynir at stríðast ímóti handilsmanninum Baltasari, sum hevur rænt sær alt valdið. Bygdin er í fyrstani stirðnað bæði fíggjarliga og andaliga, men tá ið berghol kemur ígjøgnum fjallið, og vegasamband fæst við umheimin, kemur vend í, men ikki bara til tað betra.
Avmyndanin av, hvussu bygdin, sum mest er at líkna við ein støðuhyl, broytist, tá ið berholið kemur, er tað næsta, Jens Pauli Heinesen í sínum skaldskapi kemur tí klassiska temanum í føroyskum bókmentum: skiftið frá bóndasamfelag til fiskivinnutjóð.
Eftir ta trýbýttu skaldsøguna koma trý stuttsøgusøvn: »Gestur« 1967, »Aldurnar spæla á sandi« 1969 og »Í aldingarðinum« 1971. Tað eru frálíkar stuttsøgur í teimum øllum, og tað verður nortið við meginpartin av teimum temum, sum verða gjøgnumspæld í tí seinna partinum av skaldskapinum: tíðin sum fyribrigdi, virkisfýsni í tómgongd, minnilutakenslur sum drívkraft v.m.
Hetta seinasta temað verður viðgjørt í stuttsøguni »Ein einsligur floytutóni« úr »Aldurnar spæla á sandi«. Í søguni koma hatur og minnilutakenslur mótvegis tí væltillagaða menniskjanum ferð eftir ferð undan kavi. Tann einsligi floytutónin er tann óloysandi pínan, sum situr í frásøgumanninum, tá ið hann upplivir tey illa tillagaðu og hatsku í samfelagnum, uttan at hann er førur fyri at broyta viðurskiftini, og hann skilir, at offur og bøðil eru treytaðir av hvørjum øðrum. Annar ikki uttan hin.
Fyrst í søguni verður ein ferð gjørd úr Havnini til Suðuroyar, og ávegis verða oyggjarnar, sum siglt verður framvið, lýstar í einum mangan ógvuliga erotiskum tóna, so at ein landslagslýsing fer yvir í at vera lýsing av eini kvinnu og so aftur yvir til at vera ein beinleiðis landslagslýsing. Hesin blendingur av náttúru- og kvinnulýsing kemur ofta fyri í skaldskapinum.
»Frænir eitur ormurin« frá 1973 er drúgv skaldsøga, hálvtfimtahundrað síður í stórum broti, og hon er víðfevnandi í teimum spurningum, hon tekur upp til viðgerðar. Tittulin stavar frá Sjúrðarkvæðunum, og tey eru eisini í aðrar mátar karmurin um ta dramatisku søgugongdina, sum kortini fer fram í Føroyum á okkara døgum. Frænir er ein stór fyritøka, sum so við og við setir seg á meginpartin av tí føroyska vinnulívinum og at enda eisini á tann politiska partin. Fyritøkan verður stýrd av einum persóni: Tídrikki Tídriksen, oftast nevndur TT.
Tann ungi Gudmundur stríðist ímóti teimum høgrapopulistisku rákum, sum við Tídrikki Tídriksen koma inn yvir Føroyar, og roynir gjøgnum politisk orðaskiftir at peila seg fram til sína egnu politisku støðu. Gudmundur gerst demokraturin, sum opið berjist móti øllum einaræðisharrum. Men eins og Sjúrður í kvæðunum møtti síni lagnu í tvídráttinum millum tvær kvinnur, so er tað í viðurskiftunum til kvinnurnar, at Gudmundur er veikastur, eisini tí hann skúgvar tær til viks til frama fyri síni politisku áhugamál. Hann fremur tað, sum norski høvundurin, Sigurd Hoel, nevnir »kærleikssvikið«, velur arbeiðið fram um kærleikan.
»Frænir eitur ormurin« er stak spennandi at lesa, hóast tú stundum syndast inn á tey longu politisku kjakini, men tá ið tær deiligu kærleikslýsingarnar fara eftir pallinum, er lesanaðurin »høgur himmal og eingi skýggj«. Haraftrat eru nógvar góðar lýsingar av Havnini og náttúruni uttan um Havnina. Umframt lýsingarnar hjá Williami Heinesen av Havnini um aldamótið, er Jens Pauli Heinesen tann fyrsti, sum í skaldskapi aftur av álvara avmyndar Havnarbý.
Skemtisøgur
Søgurnar í »Gamansleikur« 1974 og »Gamansleikur II« 1995 hava í flestu førum staðið í jólabløðum á fyrsta sinni, og tær mugu sigast at rigga væl í tí samanhanginum. Skemt, sum fer út um alt mark, hóskar væl at lesa upp seinasta skúladag fyri jól. Lisnar í útvarpinum av høvindinum sjálvum hava tær eisini verið væl fagnaðar. Fleiri av søgunum eru eisini bæði stuttligar og nágreiniligar í lýsingini av føroyska samfelagnum, av slatri, øvund og kegli.
Ein persónur, sum ofta fær gongd á tilburðirnar í skemtisøgunum, er Sámal Mathias, kallaður rekamaðurin, og næsta skaldsøgan - hon er frá 1977 - eitur júst »Rekamaðurin«. Her droymir Sámal Mathias um at finna tann stóra rekaskattin, og eins og høvuðspersónurin er maniskur á hesum økinum, so er frásøguhátturin tivandi og pøstur við nógvum skjótum endurtøkum og føstum máliskum, so at innihald og frásøguháttur hóska til hvørt annað. Vandi er kortini fyri, at frásøguhátturin møðir lesaran, og hann hóskar ivaleyst best til at verða lisin upp.
Skaldsøgan brúkar rekamannin Sámal Mathias sum mynd av menniskjans treysti og viljastyrki, men samstundis sum eitt skemtiligt dømi um, hvussu krøkin menniskjað er. Sámal Mathias umboðar dreymarnar, vónirnar um at eydnan bíðar fyri framman stavn, beint hinumegin fjallið ella nesið.
Angistin
Í savninum »Dropar í lívsins havi« frá 1978 eru eftir mínari meting fleiri av teimum alrabestu søgunum hjá Jens Paula Heinesen. Tittulin stavar frá søguni »Tað stóra verkið«, ið er um Sylvestur, hvørs lívsendamál er at ganga aftur og fram millum tveir býlingar. Ein mynd av virkisfýsni í tómgongd, uttan endamál, kanska tí tú ongantíð hevur gjørt tær tað greitt, ella kanska er tað ein umskapan av lívsmegini sum endurgjald fyri eitt miseydnað lív - ella eitt sindur av báðum. Hesi óeydnismenniskir, ið ikki vilja líta lívið í eyguni og tí hava mist samband við tað, eru dropar í lívsins havi.
Tær sjey fyrstu søgurnar eru endurminningar, sum í tíð røkka frá smádronginum, sum spælir og er við í arbeiðnum hjá teimum vaksnu, til hesin fermdur fer úr bygdini. Serliga verður greitt frá hugleiðingunum hjá dronginum um ymisk fyribrigdi og grundleggjandi tilverukor hjá menniskjanum.
Í søgunum verður eisini sagt frá, hvussu allar verur líða av angist, heilt frá reyðmaðkinum um hestin og til smádrongin, meðan tey vaksnu hava frægari møguleika at doyva angistina. Fyribils í hvussu er. Hetta er upprunaangistin, sum hevur verið í okkum, frá tí vit ikki høvdu meira medvit enn forfaðir okkara, áðurnevndi reyðmaðkur. Tann angistin, Jens Pauli Heinesen vísir okkum á, er lík fatanini, sum Søren Kierkegaard leggur fram. At angistin ikki hevur nakað við ítøkilig ytri viðurskiftir at gera, men altíð vísir inn í okkum, og at allir skapningar líða av angist.
Longsta stuttsøgan, »Hetja í hjartasorg«, er um Lísbittu, sum verður oyðiløgd og avlagað av tí sekteriska heiminum. Hennara sálarlív er kryplað av bronglaðari trúgv. Hon er sum ein eingil í eygunum á mammuni og samkomuni, men í skúlanum er hon tann mest forgjørdi av øllum næmingunum.
Tittulin sipar tó ikki til Lísbittu, men til læraran, Petur Oskar, sum hvønn dag møtir upp í skúlanum til eitt helviti av óargaungum, og heima hevur eina konu, sum ikki vil hava, at hann nertir við hana, og sum at enda stingur av við einum tungutalara, ið gjarna má meira enn nerta við hana. Í endanum á søguni letur høvundurin profetin Geirmund - vit kenna hann úr »Frænir eitur ormurin« - svara spurninginum, hví tað gongur, sum tað gongur: »Pinkubýurin er bøðilin. Døm hann, harra dómari«.
Sálarfrøði
Skaldsøgan »Tey telgja sær gudar« frá 1979 er um vanlig menniskir, ið hava ilt við at fóta sær í lívinum. Har eru teir tríggir brøðurnir Leonardo, Rubens og Pikasso, synir ein miseydnaðan og forfjónaðan listamann, sum hevur givið teimum hesi mætu nøvn, í tí vón at eitt sindur av hugflognum hjá teimum, ið upprunaliga bóru nøvnini, skuldi koma honum til góðar. Nøvnini gerast brøðrunum ein kleppur,
bæði tí tey eru óvanlig, og tí gera munin millum dreym og veruleika enn greiðari.
Ein lykil at skilja skaldsøguna er uttan iva tankarnir hjá sálarfrøðinginum Alfred Adler. Adler er ikki samdur við Freud í, at neurosir stava frá tí kynsliga, men vil vera við, at undirlutakenslur eru tann veruliga orsøkin. Teir tríggir brøðurnir í skaldsøguni gerast dømi um ymiskar hættir at vinna á undirlutakenslunum.
Tittulin stavar frá tí føroysku brúðarvísuni: »Tey telgdu sær gudar og settu á fjøl«. Høvundurin vil vísa á tað vitleysa í at gera sær gudar, uppfinna teir, tí vit ikki tora at liva fyriuttan.
Tølandi barndómur
Er »Frænir eitur ormurin« høvuðsverkið í fyrru helvt av skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen, so eru tey sjey bindini við felagsheitinum »Á ferð inn í eina óendaliga søgu« 1980-92 so avgjørt høvuðsverkið í aðru helvt av skaldskapinum. Tað er somuleiðis rúgvismiklasta verk í føroyskum bókmentum. Tey fýra fyrstu bindini, »Nú ert tú mansbarn á foldum« 1980, »Lýsir nú fyri tær heimurin« 1981, »Leikur tín er sum hin ljósi dagur« 1982 og »Markleys breiðist nú fyri tær fold« 1983, eru um uppvøksturin hjá einum smádrongi á bygd í 30unum og 40unum.
Undirtittulin ella felagsheitið vísir til tann óendaliga lívsringin, sum byrjar og endar til allar tíðir, og sum tí samstundis hvørki hevur byrjan ella enda. Søgan sigur frá dronginum Hugin, sum er hugtak av einum smádrongi í føroyskari bygd í 30unum og hansara hertøku av umheiminum. Drongurin umboðar á ein hátt allar smádreingir í hesum tíðarskeiði, meðan hann samstundis er eitt sindur øðrvísi, hann hevur nevniliga verið í hóslag við huldufólk, tá ið hann var pinkulítil. Hendan upplivingin fer ongantíð frá honum, og hvørja ferð onkur sigur »kom við«, eins og stirðnar hann og vil ikki við, men fer kortini. Og viðhvørt, meðan hann spælir, koma kenslurnar frá tí gátuføru útferðini við huldukonuni yvir hann.
Tað, sum er dronginum fyri, er ein hálvverulig dreymamynd, ein myta um smádrongin, ið fær samband við tær loyniligu kreftirnar í náttúruni, sum bæði geva honum »ógreiniliga angist« og líka so ógreiniligan »gævulyst«. Hetta kann tulkast sum listin, ið lokkar við upplivingum handan tær, sum vanlig menniskir kenna til, men eisini við sorgum, sum eru størri og djúpari enn vanligt. Tá ið tú bindur teg at hesum kreftum, kanst tú aldrin reiðiliga venda aftur og vera heilt sum hini, tú ert merktur fyri lívið.
Skaldsøgurnar eru ein frálík lýsing av tí, ein drongur upplivir undir sínum uppvøkstri á bygd, men tær eru ikki bert ein avmyndan av menningini hjá dronginum, men eisini ein rættiliga nágreinilig lýsing av bygdarlívinum í hesum tíðarskeiði, og einstøk brot kunnu kallast fólkalívsmyndir.
Temu úr teimum undanfarnu bókunum ganga aftur; m.a. óndskapurin, sum stavar frá minnilutakenslum, tann miskunnarleysa náttúran og drongurin sum uppdagar tíðina. Tað er ein avgerandi uppliving fyri hann, tá ið hann gerst varur við, at alt einaferð heldur uppat, at hann bert fer at fáa eitt lítið brot av ævinleikanum. Hann gerst í fyrstani ólukkuligur, tá ið hann hugsar um, at øll tey, hann kennir, fara at hvørva, men so líðandi heldur hann seg kunnu sættast við hesi grundkor. Men so títt og knapt mamman ella pápin broytast tað minsta, vil hann ikki kennast við tey. Tey skulu altíð vera tey somu.
Kynslívið er eisini ein týðandi táttur í bókunum, og drongurin hugsar nógv um hetta - uttan at hann í fyrstani veit, hvat tað er - og hann spælir ofta kynslig spøl við eina vinkonu. Men alla tíðina skammar hann seg, tí tann Gud, hann veit um, er dømandi og bannar øllum stuttleika. Hugin verður tíðliga tyngdur av syndamedviti, men sum frá líður fánar tann ringa samvitskan, og kvinnurnar fáa meiri og meiri at týða.
Skaldskapur fær gjøgnum skaldsøgurøðini ein størri og størri leiklut, men hóast nakrar av teimum fyrstu bókunum eru á tremur av hesum áhuga, so er hann ikki høvuðstáttur. Tað er so nógv annað, sum troðkar á og krevur at verða lýst.