Ófriðakroppar eru ikki vælkomnir til okkum

Tey, sum kemur við friði, skulu verða væl móttikin, men tey, sum koma við ófriði, skul eisini fáa ta móttøku, tey hava uppiborið

 

- Eg skilji ikki, at vit ikki kunnu vísa Sea Shepherd durafjórðingin.

 

Herferðin hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápi, fekk titt av umrøðu, tá ið Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, setti jóansøkuna í illfýsnum veðri í miðbýnum á Tvøroyri í gjárkvøldið.

 

Og hann nýtti høvi til at undrast á støðuna, almennu myndugleikarnir í Føroyum, hava til Sea Shepherd.

 

Tað var í 1923 at fyrsta stevnan var á Tvøroyri, og tá hevði grind ikki verið á Tvøroyri síðani 1874, ella í heili 49 ár.

 

Men menn sunnan av oyggj, sum vóru á veg á jóansøku, funnu eina grind út fyri Trongisvágsfjørð, og hon legði beinini.

 

- Tað var í teimum tíðum, vit fingu frið at drepa grind. Men tað fáa vit ikki longur, tí nú fáa vit -um ikki harraboð, so eini vinarliga áheitan- frá løgmanni, kommunala eftirlitinum, og donsku løgregluni, um at taka væl ímóti fólki, sum koma svørtklødd til Føroya við einum einasta endamáli, og tað er at forða okkum í at drepa grind.

 

- Vit vita, hvørja ætlan hesi fólkini hava og her er talan um opinberar ófriðarkroppar, staðfesti Kristin Michelsen.

 

Hann vísti á, at mong okkara minnast, tá ið Sea Shepherd var her í áttatiárunum, og grind var í Hvalba.

 

- Óvitar gingu ímillum hvalirnir og hvalbingar vóru blíðir við ferðafólk, sum gingu og tóku myndir, eitt nú av teimum óvitadreingjum, sum ernir høvdu skorið forbókstavirnar í kúluna á einum hvali.

 

- Ikki grunaði tað nakran, at teir stutt eftir skuldu síggjast á forsíðuni á einum av heimsins stóru bløðum, Los Angeles Times, har teir vóru skýrdir drápsmenn.

 

Kristin Michelsen vísir á, at í 1986 varð Paul Watson varð rikin av landinum við løgregluni í hølunum og suður úr Endanum skeyt hann eftir Ólavi Halga.

 

 - Hetta er fólkið, vit verða biðin um at taka gott ímóti. Men eg má siga, sum ein maður segði ný ein dagin: Kemur tú við friði, skalt tú verða væl móttikin, men kemur tú við ófriði, við kvíslini hjá hinum grábeinta og deydningarhøvdi sum búmerki, fært tú eisini tað móttøku, tú hevur uppiborið.

 

- Hetta er ein felagsskapur, sum hevur skotið eftir føroyskum myndugleikum, og eg skilji ikki, at vit ikki vísa teimum durafjórðingin, eins og íslendingar og norðmenn gera.

 

- Aðrir felagsskapir, ið nýta vápn ímóti myndugleikunum, verða lýstur í bann. Skulu vit so bjóða teimum vælkomnum, spurdi Kristin Michelsen.

 

Og hann svaraði sjálvur:

 

- Svarið er nei, segði hann.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av setanini í gjárkvøldið