Heitið á fyrilestrinum er “at brenna fyri eini søk uttan at brenna út”, og fer Njál her at geva burturav sínum drúgvu royndum innan vælgerandi arbeiði.
Ikki minst er Njál kendur fyri stóra arbeiðið, sum hann í nógv ár hevur útint fyri heimleys í Noreg. Tá talan er um arbeiði av hesum slag, er týdningarmikið, at tú megnar at handfara trýstið, sum sjálvbodna arbeiðið ofta ber við sær.
Fyrilesturin verður í hølunum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu í Havn í kvøld klokkan 20.00.