Starvsfelagið, Politistafelagið og Sosialráðgevarafelagið, hava nú sent løgmanni skriv, har tey biðja um fund at umrøða trupulleikar, sum limir hjá teimum dragast við, bæði tá ið teir eru til arbeiðis og í frítíðini. Tey siga, at hesa seinastu tíðina hevur tað verið ein veksandi trupulleiki, at bæði sosialráðgevarar, politistar, og onnur, eru fyri ágangi frá fólki, og tað kann ávirka tey bæði í arbeiðnum, og privat.
Í hesum sambandi er tað ein veksandi trupulleiki, at tey verða útspilt og úthongd á sosialu miðlunum, bæði við navni, mynd og onkuntíð eisini við bústaði og telefonnummari. Talan er ofta um sokallaðar hatursíður, merktar av grovum persónligum ákærum, siga tey trý fakfeløgini.
Tað hendir seg eisini, at sosialráðgevarar og politistar, og onnur starvsfólk, verða eygleidd og elt í frítíðini. Tey siga, at tey føla, at hetta er ágangandi, tó uttan at hetta kemur undir reglurnar hóttanir ella niðring, sum eru fevnd av øðrum ásetingum í revsilógini.
– Sum almenn starvsfólk í serligum størvum eru sosialráðgevarar og politistar von við eitt sindur av hvørjum. Tey eru von at tola kritikk og tað fylgir við arbeiðnum at hava harða húð. Men ágangurin, sum fer fram á sosialu miðlunum, og onkuntíð uttanfyri heimini hjá starvsfólkunum, fer mangan út um alt sømuligt mark, siga tey.
Okkara áheitan til løgmann er, at almenn starvsfólk í Føroyum fáa somu verju í revsilógini sum starvsfelagarnir í Danmark hava fingið, siga Katarina Petersen, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum, Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og Absalon Áargarð, formaður í Politistafelagnum.
Tað er mark fyri hvat tey kunnu og skulu tola, tí tey eru bert menniskju. Persónligur ágangur og forfylging er eitt álop á teirra privatlív og vandi kann eisini vera fyri, at áhaldandi ágangurin fær avleiðingarfyri teirra fakliga arbeiði, siga tey, og tí vóna tey eisibni, at løgmaður, sum hevur ábyrgdina av revsislógini, vil taka málið upp.