...og forsetanum

Í Algeria skulu tíðindafólk eisini vara seg fyri, hvat tey siga og skriva, og fyrradagin vórðu tríggir blaðmenn dømdir í fongsul fyri at hava gingið landsins forseta ov nær.

Blaðstjórin á blaðnum Liberte, Farid Alilat, sigur við Reuters, at hann og tveir blaðmenn skulu í fongsul, tí blaðið tann 11. august umrøddi Abdelaziz Bouteflika, forseta og nakrar embætismenn sum tjóvar. Hetta ljóðar ógvusligt, men tað er ikki einans Liberte, sum hevur lagt forsetan og embætismenn hansara undir valdsmisnýtslu og korrupsjón. Fleiri onnur bløð hava sagt tað sama.

Men hetta gongur ikki, sigur rætturin í Alger. Teir tríggir blaðmenninir á Liberte skulu í fongsul, og blaðið skal gjalda 180.000 krónur í bót. Sambært algerskari lóg kunnu fólk fáa upp í trý ára fongsul fyri at skriva ærumeiðandi greinar um stjórnina og herin.