Geva dønum skyldina: Undir viðgerðini av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2004, segði ein av tingmonnunum í Tjóðveldisflokkinum nakað soleiðis: "At vørur og tænastur dýrka er ikki nakað nýtt og heldur ikki er tað nakað nýtt, at andstøðan fer uppá bakbeinini um almenn gjøld ávirka hesa gongd, meðan hon als ikki gevur sær far um tað, tá ið millumhandlarar strúka vinningin. Tá ið agentarnir strúka vinningin, ja, tá er tøgn í andstøðuni."
Eg kundi hugsa mær at spurt Tjóðveldisflokkin hendan spurningin:
Hvussu nógv uppskot hevur flokkurin lagt fyri tingið fyri at broyta uppá hetta ?
Hendan undanstøkkingarsøgan hevur verið at hoyrt tað eg kann minnast. Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við valdið og situr á sætta árið og er nøkur broyting at hóma? Ikki tað vit vanligu borg-arar síggja nakað til.
Stórar og væl skrivaðar yrkingar byggja ikki nakað land í sær sjálvum kann eg siga tingliminum. Nei brót upp um armar og far til arbeiðis og lat vera við altíð at geva øðrum (dønum) skyldina!
Heilsuskattalætti !
Hann pástendur eisini, at lítið verður sagt um, at samgongan hevur givið skattalætta! Kann verða; men borgarin merkir ikki so nógv til hendan lættan, tí tikið verður innaftur við hinari hondini.
Hondin sum tekur innaftur er ikki altíð so løtt at skilja heldur, tí ein partur av hondini sigur, at vit geva tykkum ein skatt, men hesin skattur hevur als einki við inntøku til landskassan at gera, men er bara ein háttur hjá samgonguni at siga okkum borgarum at vit skulu hugsa um heilsuna. Hin parturin hevur nú fortalað seg og sigur, at avgjøldini als ikki hava nakað við heilsuna at gera, men eru áløgd fyri at fáa landshúsarhaldið at hanga saman búskaparliga.
Skattalætti ! Eg meini tað. Tað einasta ið manglar í hesum føri er, teimum so líkt, at Danskarar hava skyldina ! , ,.-.,-,.-,.-H
Hvør veit, kanska longu í næstu viku fær danskarin skyldina fyri, at skatturin ikki er fyri heilsuna men bert til at fylla landskassan.
Væl er húsast aðrir gjalda !
Hann spælir eisini eitt sindur firtin av tí, at andstøðan ikki sær hvussu ómetaliga væl ið samgongan hevur húsast !
Væl er húsast. Vit leggja bara allar útreiðslurnar út til kommununar. Kommununar verða noyddar at hakka skattin og vit lækka skattin samtíðis. Kanska kundi verði freistandi at rokna við, at her er ein væl goymdur møguleiki fyri, at líka so nóg sum landsskatturin lækkar nú, líka so nógv kemur hann at hækka seinni, og hví ikki ? Vit hava onga trygd fyri, at landsskatturin ikki hækkar aftur longu næsta ár, og vit hava heldur onga trygd fyri, at kommunu-skatturin fer at lækka aftur, nú fleiri útreiðslur eru lagdar út til kommunurnar.
Væl er húsast, aðrir gjalda, og hetta skuldi koma frá Tjóðveldisflokkinum. Hvat halda tit?