Og Mamma tilnevnd til norðurlendsku barnabókavirðislønina

Og Mamma eftir Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir, er tilnevnd til norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina

Føroyska dómsnevndin til norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina hevur tilnevnt bókina Og Mamma eftir Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir til virðislønina. Elin á Rógvi hevur skrivað bókina og Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt.

Elin á Rógvi er fødd í Tórshavn og er rithøvundur, songkvinna, barnaútvarpsvertur og mangt annað og fekk í 2014 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. 

Bókin Og Mamma er ein skaldsøga í sjey kapitlum um ein abba, eina ommu og og tvey abbabørn, sum er komin á vitjan. Og um ósjónliga vinin hjá abbanum, hanan Morgunfríða, sum gongur í reyðum smekkbuksum. Og sum vera man, er ein misskiljing fyri og onnur eftir, tá abbin skal halda skil á øllum. Bókin er egnað børnum frá trimum árum og eldri.

 

Hini tilnevndu eru Mette Hegnhøj fyri bókina Ella er mit navn vil du købe det? Æske med løsblade og poetsne og Jesper Wung-Sung fyri bókina Ud med Knud úr Danmark, Veikko Holmberg og Sissel Horndal fyri bókina Durrebjørnen og skuterløypa úr sámiska máløkinum, Maria Turtschaninoff fyri bókina Maresi, krönikor från Röda klostret og Marjatta Levanto og Julia Vuori fyri bókina Leonardo oikealta vasemmalle úr Finlandi.

 

Úr Grønlandi er Naja Rosing-Asvid tilnevnd fyri bókina Aqipi - til sommerfest, og úr Íslandi Þórarinn Leifsson fyri bókina Maðurinn sem hataði börn og Bergrún Íris Sævarsdóttir fyri bókina Vinur minn, vindurinn.

 

Úr Noregi eru tilnevnd Geir Gulliksen og Anna Fiske fyri bókina Joel og Io, en kjærlighetshistorie og Simon Stranger fyri bókina De som ikke finnes, úr Svøríki Frida Nilsson fyri bókina Jagger, Jagger og Jakob Wegelius fyri bókina Mördarens apa, meðan Áland hevur tilnevnt Malin Klingenberg fyri bókina Alberta Ensten och uppfinnarkungen.