Og nú sigur Johan tað hart

Føroysk Miðlafólk
----

Føroysk Miðlafólk átala hvass­liga, at landsstýris­mað­urin í vinnumálum uttan skomm, mælir til at skerja møguleikan hjá almenn­inginum at fylgja við, hvussu fyrisitingin arbeiðir.
Tá landsstýrismaðurin heldur, at lógin um alment innlit skal skerjast, so tykist landsstýrismaðurin at hava gloymt, hvør hevur sett hann í starv og hvørjum hann er í tænastu hjá.
Landsstýrismaðurin tyk­ist eisini at hava gloymt, at allir borgarar, allir veljarar og allir skattgjaldarar hava sjálvsagdan rætt at fylgja við, hvussu myndugleikarnir fara við borgarans ognum, og hvussu hetta arbeiðið verður gjørt.
Opinleiki og gjøgnum­skygni eru tveir av horna­stein­unum í fólkaræðinum.
At siga, at almenna fyri­sitingin brúkar ov nógvar resursir til at svara innlits­bøn­um, er eitt so álvarsligt álop á fólkaræðið, at løg­maður í stundini eigur at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og stað­festur, at landsstýrið ong­ar slíkar ætlanir hevur.
Tvørturímóti er tørvur á meiri opinleika, meiri gjøg­numskygni og meiri orku til, at borgarar landsins kunnu fylgja við, hvussu almennu myndugleikarnir fyrisita sítt vald.
Royndirnar hava víst, at partar av almennu fyri­sitingini brúka orku uppá, hvussu slepst undan at svara innlitsspurningum. Royn­dirnar vísa, at lands­stýrismenn hava roynt at seta eyka greinir í lógir, sum skulu taka innlitsrættin frá borgaranum.
Stovnar verða umskipaðir til almenn partafeløg, har hvørki lóg um alment inn­lit ella almennur starvs­fólka­politikkur er galdandi.
Avgerðir frá løgtingsins umboðsmanni vísa ein fyri og onnur eftir, at almennu myndugleikarnir ikki halda lógina um alment innlit.
Føroysk Miðlafólk halda, at fólkaræðið verður hótt, tá ein landsstýrismaður sigur hart, at hann vil ikki hava, at borgarin skal kunna fylgja við í, hvussu borgarans peningur verður brúktur, og hvussu valdið fer um heimildina, sum tað hevur fingið frá veljaranum.