Og navnið er ... NÁM

Fyri løtu síðani varð avdúkað, at tann nýggi og samanlagdi stovnurin hevur fingið nýtt navn og nýggjan samleika - NÁM.

Sagt verður, at hetta er eitt stutt og snøgt navn til samanlagda stovnin av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð og KT-deplinum. Navnið ber hópin av týdningum í sær.

- Tað besta við hesum gull-námi er, at tess meira tú troytir tað, tess ríkari verður NÁMIÐ. Tað kann ikki tømast. Tað ræður bert um at fáa so nógvar námsarbeiðarar sum møguligt, bæði til at fylla í tað, og at taka úr tí. Eg fari at ynskja NÁMI góða eydnu, nú lagt verður til brots í nýggjum hami, men við somu góðu kreftum, sigur mentamálaráðharrin Helena Dam á Neystabø.

Hesir tríggir stovnarnir hava hvør í sínum lagi hava arbeitt við at tryggja skúlaverkinum góðar undirvísingarmiðlar á føroyskum, hollar telduskipanir, digitalt infrakervi, námsfrøðiliga og fakliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, eftirútbúgving og tílíkt. Hetta hava verið lutfalsliga lítlir stovnar við avmarkaðari arbeiðsorku, men kortini øgiliga stórum ábyrgdarøkjum.

Nú teir eru vorðnir samanlagdir, verður dentur lagdur á at styrkja hesar grundleggjandi uppgávur munadi.

- Enn hevur tað ikki eydnast at fáa játtanina upp, har hon átti at verið. Men nú er samstarvið millum ein hóp av ógvuliga væl skikkaðum fólki og eldsálum fingið í lag, vísir mentamálaráðharrin á.