“Og tá vit eru ósamdir, bestemmi eg”

Soleiðis segði stjórin í Eik-banka, í løttum tóna, í taluni hósdagin.

 

Tað hann sipaði til var samstarvið við konsulentin, sum í hesum almenna kunningarsambandi kom út við nýggjari bók, og sum hevði verið ráðgevi í Eik Banka í broytingartíðini frá 2011.

 

Sjálvsagt bestemmar stjórin yvir konsulentinum.

 

Mín spurningur er meira, um tað ikki áttu at verið tveir stjórar, sum báðir bestemmaðu.

 

Aftaná eitt so stórt fall og so stór krøv til starvsfólkaleiðslu, átti tað at verið krav um stjóra burturav til hesi viðurskiftini. Spell at nevndin ikki hugsaði soleiðis, og/ella at stjórin ynskti henda serkunnleikan afturat sær.

 

(við fyrivarni fyri at hann gjørdi)

 

Tí ein konsulentur verður løntur av stjóra og er sostatt ikki óheftur meira enn eitt vist, við atliti til at verða uppbyggjandi kritiskur.

 

Fáur hevur alt, og styrkin í eikstjóraprofili og grannskoðara er typiskt innan ‘hørðu forrætningsvirðini’ ella management.

 

Sum eg fleiri ferðir áður havi verið inni á, so snýr forrætning, og serliga í hesi stóru stødd, seg um ‘management’ og ‘leadership’.

 

Tað fyrra, -management, snýr seg í stuttum um hugsan og strategi, íløgur, fyrisiting, inntøkur og útreiðslur og rakstraravlop v.m.

 

Tað seinna, -leadership,  snýr seg um menniskju, -millumleiðarar, starvsfólk, ymiskleika, samskifti, samskipan, kunning, íblástur, menning, v.m.

 

Stjórin segði tað hava týdning, at starvsfólk hevði álit á leiðara, at leiðari hevði álit á stjóra og at stjóri hevði álit á nevnd.

 

Samd í tí!  Men haldi onnur viðurskifti hava minst líka stóran týdning. At leiðari gevur íblástur, mennir og eggjar síni starvsfólk til at geva sítt besta íkast við atliti til evni og eginleikar, og at starvsfólk síggja upp til sín leiðara.

 

Í broytingartíðini varð skorið í starvsfólkahópinum – “tíverri máttu tríggjar ‘skurðviðgerðir’ til,” sum stjórin málbar seg og harmaðist, at  ikki nóg djúpt varð skorið fyrstu ferð.

 

Mær kunnugt skar man mest í niðasta bygnaðarlagi, meðan rakstrarleiðarar, ið flestir høvdu verið har ‘altíð’, hildu fram. Hvussu íblásturgevandi er tað fyri starvsfólkini at halda fram við nýggjari kós, øðrvísi hugburði til forrætning, men við somu leiðarum? Kundu teir møguliga fingið aðrar avbjóðingar?

 

Sjálvsagt ber ikki til at skera alt í einum, tí ein ávísur kontinuitetur má vera, men uppá sigt áttu vit at sæð øðrvísi profilar, øðrvísi brillur, nýggjar typur og so framvegis.

 

Tað verður so ofta sagt at bankafólk eru grá og keðilig. Hví hava tey fingið ta etikettuna? Blomstraðu tey ikki tá tey byrjaðu í bankanum? Jú, nógv at hugleiða um.

--

 

Eg skrivi av einari orsøk!

 

Ynskja vit at menna hetta landið, ynskja vit fólkið heimaftur, ynskja vit fleiri kvinnum framat, so mugu vit hava ‘professionell’ arbeiðspláss, sum gevur fólki rúmd, avbjóðingar og persónliga menning.

 

Endi við tveimum citatum  úr grein frá í gjár ....

 

Den berømte økonom Ha-Joon Chang.

 

I middelalderen ønskede præsterne ikke at oversætte Bibelen til lokalsprog – for så havde man alene magten til at læse og fortolke. Samme magtgreb ser vi hos økonomerne i dag, der insisterer på, at økonomi er så kompliceret, at almindelige mennesker ikke kan følge med. På den måde forhindrer man folk i at tage stilling«.

 

Demokratiet giver kun mening, når folket kan udfordre magten. Derfor bliver vi nødt til at være langt mere skeptiske over for økonomer. Økonomer ved ikke så meget, som de påstår, og tager ofte fejl«.

 

Við vón um framburð!

Bergun Kass