?Og við tær!?

Terji Rasmussen is back!

 

Gittarleikarin, ið syngur sum ein eingil og hevur eitt ótal av hittum í skjáttuni, vitjar Manhattan leygarkvøldið. Løg sum ?80´ini?, ?Morgunflog?, ?Tú og Mamma? eru nakrir av slagarunum hjá Terja, sum gera hann til ein tann - um ikki TANN - besta tónasmiðin í Føroyum.

 

Og áhoyrarar plaga at taka væl ímóti. Seinast stóðu fleiri á stólunum og í miðkringinum framm fyri pallin stóðu fólk savnað í ringi og sungu kór.