Tað er onki stuttligt hjá børnum, foreldrum og starvsfólki í Skúlanum á Trøðni. Í samfull fýra ár hevur svimjihylurin í skúlanum staðið skralltómur og óbrúkiligur, tí hann líka skuldi umvælast.
Sosialurin hevur fleiri ferðir reist málið um svimjihylin fyri myndugleikunum og Landsverki, sum hevur ábyrgdina av almennum bygningum. Og hvørja tí einastu ferð hevur verið bedýrað, at nú verður hann skjótt klárur.
- Tað hevur verið ringt at fáa handverkarar, er afturvendandi svarið frá Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki, tá vit spyrja hann um gongdina í málinum. Sami stjóri, sum síðsta vetur lovaði, at hylurin skuldi vera liðugur í apríl - og aftur í juni lovaði, at hann skuldi vera klárur til skúlaársbyrjan í ár. Men framvegis eru ongi tekin um, at hylurin verður klárur at taka í nýtslu við bræði.
- Handverkararnir hava aftur svikið okkum. Tí hava vit aftur nú fingið nýggjar. So nú rokni eg við, at hann verður liðugur í januar, sigur Oyvindur Brimnes við Sosialin.
Heimsmet í dráli
Men leiðslan á Skúlanum á Trøðni hevur langt síðan mist allar trúgv – nú er bara vónin eftir. Jan Christiansen, skúlastjóri, heldur málið um svimjihylin vera heimsmet í dráli.
- Her ganga enn nakrir handverarar og diggast, men tað gongur ikki fyri seið. Nú letur til, at flísaarbeiðið er liðugt, men so er alt tað tekniska eftir. Seinast eg visti av, skuldi hann vera liðugur 1. november. Men nú siga teir í januar 2009. Teir hava tá arbeitt her í fýra ár, og eg eri kanska naivur, men eg noyðist at trúgva teimum, hóast eg eisini langt síðan eri givin við at trúgva uppá jólamannin, sigur Jan Christiansen, sum ferð eftir ferð hevur gjørt vart við trupulleikan, bæði í Mentamálaráðnum og hjá Landsverki. Eisini hava foreldrini, starvsfólkini og serliga fysioterapiin fleiri ferðir víst á sína ónøgd.
Tómur í fýra ár
Svimjihylurin varð afturlatin um ársskiftið 2005, tí pumpuverkið fór. Nú hylurin eftir øllum at døma verður klárur í januar 2009, hevur hann staðið tómur í fýra ár. Fýra ár, har rørslu- og menningartarnaðu børnini í Skúlanum á Trøðni ikki hava fingið alneyðuga venjing í heita hylinum. Børn, sum ikki kunnu ikki renna og spæla sum onnur børn, og har svimjihylurin fyri fleiri teirra er einasti møguleiki at sleppa at røra seg. Ein túrur í heita svimjihylinum mýkir allan kroppin og ger, at hesi børn hava møguleika at mennast kropsliga.
Tí kunnu starvsfólk, foreldur og næmingar halda fram við at bíða eftir venjingarhylinum, sum átti at stimbra og menna børnini kropsliga og andliga í gerandisdegnum.