Oggi Lamhauge í Focus

Fríggjadagin læt ein framsýning við verkum hjá Oggi Lamhauge upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Oggi Lamhauge er útbúgvin grafikari á Listaháskúla Íslands árini 1993-1997 og hevur framsýnt her á landi og uttanlands.

Framsýningin við heitinum Silvurtráðurin hýsir smærri og størri innsetingar í kassar og kassarammur, sum allar eru sprotnar úr heitinum á framsýningini. Tilfari spennir víða, frá sandi og pappíri og til silvur og málað træ. Framsýningin er at skilja sum eitt náttúruligt framhald av eini støðugari listarligari tilgongd, frá grafiskum útrykki til innsetingar list, LandArt og skulptur. Eitt gjøgnumgangandi tema er í listini, nevniliga: gróðurin, lívstræðrir og lívið hinumegin deyða og grøv.

Framsýningin er opin til 9. mai: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.