Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Næsta stóra málið hjá samgonguni verður at endurnýggja karmarnar fyri okkara høvuðsvinnu - fiskivinnuna.
2007 lat upp fyri nýskipan í 2018
Í 2007 eydnaðist at broyta lóggávuna soleiðis, at møguligt varð hjá politiska myndugleikanum at skipa føroysku fiskivinnuna av nýggjum í 2018. 10 ár máttu ganga, tí 10-ára rullandi loyvi vórðu latin teimum virkandi í føroysku fiskivinnuni.
Hetta lat upp fyri, at ein verulig fiskivinnunýskipan kundi verða sett í verk í 2018. Ein nýskipan, sum skipar fiskivinnuna betur og kann skapa størri og støðugari avkast til fiskimenn, reiðarar og alt tað føroyska samfelagið framyvir.
Tíverri er alt ov lítið ítøkiligt hent seinastu 4 árini hesum viðvíkjandi, og hetta er skaðiligt, tí alneyðugt er, at vinnan sum skjótast fær greið boð um, hvørjir karmarnir verða frá 2018 og frameftir.
Breið semja um veruliga fiskivinnunýskipan neyðug
Stórur meiriluti er á Løgtingi fyri, at fara undir miðvíst arbeiði m.a. í samstarvi við vinnuna, fyri at fáa eina fiskivinnunýskipan klára sum skjótast – t.d. 1. januar 2013. Hetta hevði givið fiskivinnuni greiða vitan í góðari tíð um, hvørjir karmarnir fara at verða frá 2018 og frameftir.
Men hóast henda greiða meiriluta, so er nógv sum bendir á, at samgongan ikki ynskir at arbeiða fyri einari breiðari semju á hesum so týðandi øki fyri okkara land og fólk.
Sterkar kreftir vilja forða fyri nýskipan
Í staðin er settur ein innanhýsis samgongubólkur og nógv bendir á, at arbeitt verður við at bakka tíðina aftur, og forða fyri eini fiskivinnunýskipan í 2018. Týðandi partar av samgonguni ynskja at ”privatisera” fiskatilfeingið endaliga, og m.a. seta í verk 12-ára rullandi loyvi.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur enntá longu sent lógaruppskot um 12-ára rullandi loyvi til hoyringar, uttan at samgongan og løgmaður vistu um hetta uppskot. So tað er sanniliga eitt stórt trýst fyri at fáa privatiserað fiskirættindini. Hetta fyri at gera orðingarnar í samgonguskjalinum til veruleika: ”Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum.” og eisini verður ásett at ”... rullandi skipan verður gjørd”.
At seta rullandi skipanina í gongd aftur uttan nakra nýskipan, vil verða eitt søguliga stórt afturstig fiskivinnupolitiskt og fer m.a. seta munandi ferð á ovurstóra spekulatión aftur.
Virðið í fjør 540 mió. kr. fyri 150.000 tons av makreli
Talan er ikki um smávegis virði, ið tosað verður um. Fyri stutt at lýsa virðið, latið okkum t.d. hyggja at virðinum í fjør. Hyggja vit bert at tí, ið nøkur kalla ”nýggja” tilfeingið – makrelurin - so fyriliggur eitt skrivligt tilboð á 100 mió. kr. fyri rættin at fiska 40.000 tons av føroyskum makreli í 2012. Men hetta er eitt sera lágt boð. Miðalprísurin á uppboðssøluni av 20.000 tonsum í fjør var 3,60 kr.. Um hesin miðalprísur frá í fjør verður umroknaður til 150.000 tons kvotu (av hesum verður partur latin í umbýti við russar v.m.) er virðið av hesum 540 mió. kr. – bert frá makrelinum. Tá eru enntá ríkir møguleikar at tryggja, at sum mest virksemi fæst í Føroyum, og at seta ávísar treytir hesum viðvíkjandi. Uttan mun til, hvør endalig skipan verður vald at umsita loyvini eftir, so kann staðfestast, at talan er um ómetaliga stór virði, enntá tá vit bert tosa um makrelin. Hetta sigur ikki so lítið um ovurstóra virðið, sum liggur í samlaðu ogn Føroya fólks.
Skrumbla enn eitt stórmál ígjøgnum ?
Tað eru tí eisini fleiri, ið hava sera stóran áhuga í, at tryggja sær ræðisrættin til hetta tilfeingið. Eisini eru umboð á Løgtingi, ið vilja tryggja ávísum reiðarum rættin til alt fiskatilfeingið nú og framyvir. Eins og gjørt varð við flatskattinum og skattingini av pensjónsinngjaldi, so er helst eisini ætlanin – hjá nøkrum í samgonguni – at gera ein ”politiskan handil” og skunda málið viðvíkjandi ræðisrætti og rullandi loyvum í fiskivinnuni ígjøgnum. Helst áðrenn avleiðingarnar verða almennar og skaðin gerst sjónligur.
Samgongan valdi umhugsunartíð frá, og skúgvaði allar umbønir um nágreining og útseting til viks, í samband við skatta- og pensjónsmálið. Hetta má ikki henda einaferð enn.
Ogn Føroya fólks !
Fiskivinna og fiskatilfeingi okkara er ein av grundsúlunum undir okkara samfelag. Vit mugu krevja, at hetta týðandi mál, ið ávirkar hvønn einasta føroying, komandi føroyingar og framtíðina hjá Føroyum ikki verður skrumblað ígjøgnum í onkrum tilvildarligum politiskum samgonguleiki. Føroyska fiskivinnan skal hava góðar og tryggar karmar at virka innan. Vónin er tí, at samgongan tekur stig til sum skjótast at fáa breiða semju á Løgtingi um, hvør skipan verður galdandi frá 2018.
Ein skipan, sum undir øllum umstøðum má tryggja at fiskatilfeingið framhaldandi verður ogn Føroya fólks – ikki ogn Føroya fáu.