Ognarfelag hjá Trump dømt fyri skattasvik

Í fleiri enn 15 ár hevur Trump Organization svikað við skatti. Tað hevur ein dómstólur í New York í dag avgjørt

 

Felagið hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, Trump Organization, hevur í fleiri ár svikað við skatti.

Tað hevur ein dómstólur í New York gjørt av í dag.

Trump er ikki sjálvur ákærdur í málinum.

Kortini verður hildið, at tað er eitt afturstig hjá Donald Trump, sum vónaði at endurvinna forsetaembætið á valinum 2024.

Trump Organization, sum millum annað stendur fyri rakstrinum av gistingarhúsum, golfvøllum og ognum kring allan heimin, fær bót fyri lógarbrotið.

Tað er tó ikki enn avgjørt, hvussu nógv felagið skal gjalda í bót.

Trump Organization er dømt fyri at hava svikað við skatti í yvir 15 ár.

Málið snýr seg millum annað um, at felagið hevur goldið persónligar útreiðslur sum til dømis hús- og bilaleigu til toppleiðsluna, teirra millum fyrrverandi fíggjarstjóran Allen Weisselberg, uttan at skráseta inntøkuna.

Málið er bara enn eitt í bunkanum av kanningum av fyrrverandi amerikanska forsetanum.

Donald Trump verður sjálvur í løtuni kanna av amerikanska løgmálaráðnum fyri sína handfaring av loyniligum skjølum, eftir at hann fór úr Hvítu Húsunum í 2021.

/ritzau/Reuters