Ognarskattur er ikki ein eyka byrða, men eitt búskaparligt amboð

Svar til Sámal Matras (grein niðast):

Í greinini verður sagt, at ognarskattur fer at raka vanligar føroyingar og serliga útoyggj hart. Frá einum búskaparfrøðiligum sjónarhorni er hetta ikki rætt. Fyrst er at siga at Føroyar í dag er eitt av fáu londum í heiminum uttan ognarskatt (saman við londum sum Monaco og Saudi Arabia, kend fyri at vera serliga góð fyri rík fólk og kapital), og hetta hevur týdningarmiklar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin.

 

Tá fastogn ikki verða skattað í mun til virði, verður kapitalurin drigin inn í bústaðir. Hús og íbúðir gerast skattlig ‘frípláss’, og eftirspurningurin økist uttan, at útboðið samsvarandi hækkar. Prísirnir veksa, og hetta ger tað serliga trupult fyri fyrstuferðkeyparar. Samstundis manglar samfelagið inntøkur frá ogn, og skattatrýstið verður skeivt býtt og lagt bert á arbeiði. Hetta minkar fíggjarliga rúmið hjá vanliga borgaranum at spara upp og keypa bústað.

 

Ein progressivur ognarskattur á hús nummar tvey og fleiri kann:

 

• Steðga spekulatión og hækkandi bústaðarprísum,

 

• Styrkja møguleikan hjá fyrstuferðkeyparum at koma inn á marknaðin,

 

• Flyta skatt frá arbeiði til ogn, har skaðin fyri vanliga borgarin er minni.

 

Tó er týdningarmikið at verja tey, sum eiga arvað hús á smáplássum og útoyggj. Botnfrádráttur, lágar satsir og greið undantøk kunnu tryggja, at slíkur skattur ikki leggur óneyðuga byrðu á ‘vanligar’ familjur, men framvegis steðgar spekulatión. Eitt arvað hús á eini útoyggj er ikki ein spekulativ íløga, men ofta ein sosialur og mentanarligur partur av familjuni.

 

Ein viðkomandi spurningur í hesum samanhangi er, at vinningur við sølu av bústøðum í Føroyum í stóran mun er skattafríur. Hví er hann tað tá vinningur av virðisbrøvum annars verður skattaður við 35%? Hetta stimbrar til, at kapitalur verður plaseraður í bústaðir heldur enn í aðrar íløgur. Úr einum búskaparfrøðiligum sjónarhorni er søla av húsum nummar tvey og fleiri í veruleikanum ein kapitalvinningur, og ein skattlegging av slíkum vinningi hevði minkað spekulatión og gjørt bústaðarmarknaðin meira javnan, uttan at raka fyrsta bústaðin.

 

Tað er samstundis týdningarmikið at undirstrika, at ognarskattur ikki er eitt amboð hoyrandi til vinstra vongin í politikki. Í klassiskari búskaparfrøði, eisini hjá liberalum og marknaðarsinnaðum búskaparfrøðingum, verður ognarskattur mettur sum ein av minst skeiklandi skattunum. Ogn flytur seg ikki, og ein skattur á ogn skeklar marknaðin munandi minni enn skattir á løn ella virðisskapan. Av hesi orsøk hava nógv, eisini langt til høgru fyri miðjuna, mælt til ognarskatt fram um høgan lønarskatt – ikki fyri at víðka almenna sektorin, men fyri at skeikla búskapin sum minst.

 

Sámal sigur eisini, at landskassin er “eitt svart hol”, og at ein ognarskattur fer at økja útreiðslurnar hjá almenna. Hetta er ein misskiljing. Í búskaparfrøðiligum høpi snýr ognarskattur seg ikki um at økja útreiðslurnar, men um skattaskifti: at flyta skatt frá arbeiði og inntøku yvir á ogn. Ein ognarskattur eigur tí at ganga hond í hond við lækkandi lønarskattir, soleiðis at samlaða skattatrýstið ikki hækkar, men verður minni skaðiligt fyri arbeiði, virði og bústaðaratgongd.

 

Og til hetta við, at tað fer at steðga nýbygging av leigubústaðum, so skal sigast, at tað er ikki sama sum keyp av verandi húsum sum nummar tvey og fleiri. Í veruleikanum skapa keyp av verandi húsum við útleigan fyri eyga einki útboð, meðan nýbygging leggur til útboðið á bústaðarmarknaðinum, so har skal eisini vera undantøk.

 

Viðvíkjandi um ognarskattir viðføra hækkandi leiguprísir er tað altso útboð og eftirspurningur, sum setur leiguprísin. Um fleiri hava møguleikan at keypa hús (tí tað er ognarskattur á hús nr. 2 og fleiri), so minkar helst eisini eftirspurningurin eftir leigubústøðum og harvið leigukostnaðurin.

 

Og 'loysnin' hjá Sámal við rentustuðuli bert til fyrstuferðkeyparar, so ljóðar tað sum eitt gott hugskot. Men er ikki nakað, sum hjálpir her og nú. Núverandi húsaeigarar hava væntað rentustuðul framyvir, so tað er ringt at broyta tað og har er faktiskt longu galdandi, at tú fært ikki rentustuðul til hús nr. 2 og fleiri.

 

Tað, vit síggja í dag, er ein skeiklaður bústaðarmarknaður, har bústaðir verða brúktir sum fíggjarligar íløgur, og fyrstuferðkeyparar verða trýstir út. Ein væl útformaður ognarskattur, saman við lægri lønarskattum, er tí ikki ein eyka byrða, men eitt búskaparliga skilagott amboð til at skapa ein meira rættvísan og virkisføran bústaðarmarknað.

 

Ognarskattur er ein eyka byrða á vanligar føroyingar