Ognirnar avviklast og realiserast

- Tær ognir hjá Faroe Seafood, sum kunnu seljast fyri ein prís, sum búgvið og veðhavarar góðtaka, fara ikki á tvingsilssølu, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri. Tað er ikki vist, at so stórur partur av Faroe Seafood endiliga fer um eina tvingsilssølu, tá samanum kemur.

Eyðfinnur Jacobsen, ein av bústjórunum, sigur, at finnast keyparar til ognirnar fyri ein prís, sum búgvið og veðhavarar kunnu góðtaka, verða hesar seldar í fríari sølu og noyðast soleiðis ikki um eina tvingsilssølu.

- Okkara uppgáva er at avvikla búgvini og realisera ognirnar, sigur bústjórin.

Fríggjadagin kom fram, at ítøkiligt uppskot er um leigu av skipum og virkjum, sum vóru partir av Faroe Seafood.

Nógv bendir tí á, at tey seks skipini í Faroe Fish 2, Bakur, Stelkur, Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur, ikki verða lggjandi leingi, eins og nøkur av virkjunum koma uppaftur at koyra, áðrenn langt um líður.

Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, eru til fiskiskap, og djúpvatnstrolarin Edna er heldur ikki farin av knóranum.

Higartil hevur landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará, sum er dóttirfelag hjá Faroe Seafood, eisini landað fisk og tey fólk, sum arbeiða har, eru framvegis í starvi.

Men nú seks av ísfiskatrolarunum, sum burturav landaðu í Saltangará, liggja, er virksemið hjá Kongshavn nógv merkt av hesum.