Óhapp við makrelslógvi

Ein bilur við slógvi frá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevði fylt í so nógv í lastina

Beint áðrenn klokkan 14 í dag hendi eitt minni óhapp á Tvøroyri.

 

Ein bilur við makrelslógvi frá Varðanum Pelagic koyrdi niðan eftir kajbrekkuni, sum er í hjartanum á Tvøroyri, og tá fleyt yvir.

 

Slógvið liggur fleiri metrar eftir vegnum, og í løtuni koyra bilar ikki tvørtur um vegin, har makrelslógvið liggur.

 

Sløkkiliðið er boðsent at rudda vegin, soleiðis at ferðslan aftur kann koyra, soleiðis sum hon skal.