Í SÍÐSTU viku komu fimm flokkar, hvørjum øðrum á baki, við yvirlýsingum um, at teir fóru ikki at »heilsa uppá« forsætisráðharran, tá hann kemur á »ríkisfund« í januar.
HENDA støðan hjá Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum. Kristiliga Fólkaflokkinum og Verkamannafylkingini í andstøðu vísir einki annað, enn at hesir flokkar eru ikki politiskt búnir at stýra Føroya landi, eins og hon vísir eina politiska ómegd og óhøviskni, sum vanliga ikki eyðkennir føroyingin.
VÍST er Poul Nyrup Rasmussen ikki væl dámdur í Føroyum, tí eftir teimum upplýsingum, sjónvarpssendingin »Eitt ríkið fyri ein banka« kundi borðreiða við, visti forsætismálaráðið og kanska eisini forsætismálaráðharrin um ráðagerðina hjá »Føroyabólkinum«, formanninum í fíggjarmálaráðnum Den Danske Bank ímóti føroyska heimastýrinum.
MEN enn eru hesir upplýsingarnir ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki eru prógvaðir, skal eingin dømast. Hetta verður ikki sagt fyri at verja nakran, og nógv bendir annars á, at forsætisráðharrin visti ymiskt, sum hann ikki greiddi løgmonnunum tá - bæði Atla P. Dam og Maritu Petersen - frá, sjálvt um tey spurdu, um hann visti nakað um tað, sum fór fram handan leiktjøldini.
TÁ hetta er sagt, skal minnast á, at forsætisráðharrin kemur til Føroya á »ríkisfund« við løgmann og grønlendska landsstýrisformannin. Hann kemur ikki til Føroya at vitja føroyska heimastýrið sum so. Um so var, at hann kom at vitja heimastýrið nú, so var vitjanin ónatúrliga illa »timað«.
NEI, tá er støðan hjá Sambandsflokkinum, Verkamannafylkingini í samgongu, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum politisk meiri konstruktiv. Er kinkur komin í, ella er álitið farið, ber ikki til at koma á beint aftur við at renna undan.
HARAFTURAT er henda støðan hjá teimum, sum ikki vilja heilsa upp á forsætisráðharran, ótaktisk, sum Pia Larsen, úr Vinstraflokkinum, segði við Útvarpið gjáramorgunin, tí nú kann forsætisráðharrin yppa øksl og siga, at føroyingar vilja ikki tosa við seg. Eisini kann hetta koma teimum á Fólkatingi, sum hava stuðlað føroyingum, aftur um brekkur, og tað er ikki uppiborið.