- Tað hevur alstóran týdning fyri føroyska fiski- og alivinnu, at Føroyar hava góða marknaðaratgongd kring allan heim.
Tað segði Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag á almennu Faroexpo-ráðstevnuni í Runavík fríggjadagin.
Hann vísti á, at hetta serliga er vorðið sjónligt, nú ávís fiskasløg eru útihýst á evropeiska marknaðinum.
- Ísland fekk fyri stuttum ein fríhandilssáttmála við Kina, og Noreg arbeiðir eisini við at gera ein fríhandilssáttmála við Kina.
Bergur segði, at tollurin á kilenskum laksi, sum verður innfluttur til Kina, er lækkaður munandi seinastu tíðina.
- Hetta kann merkja, at Føroyar gerast eftirbátur, og at føroyskar fiskavørur tapa kappingina við tey lond, ið hava góðar handilssáttmálar við Kina.
Hann segði, at tað serliga er føroyskur laksur, sum hevur verið útfluttur til Kina seinastu árini, men eisini onnur fiskasløg fara tann vegin.
- EFTA-londini hava eina avtalu við Turkaland, meðan føroyskar vørur har hava lutfalsliga høgan toll. Tí eru okkara fiskavørur minni áhugaverdar í landinum.
Bergur Poulsen segði, at tað eisini eru dømi um aðrar marknaðir, sum eru stongdir fyri føroyskum fiskavørum orsakað av vantandi heilsufrøðiligum avtalum.
- Hóast uppsjóvarvinnan í Føroyum er hart rakt av handilstiltøkum frá ES, skal stríðið við ES og Noreg helst enda við, at Føroyar fáa størri kvotur í eini komandi avtalu millum strandalondini - og tí er stríðið óivað vert at taka.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag legði dent á, at føroyskir myndugleikar altíð eiga at raðfesta arbeiðið við at útvega føroyskum vinnulívi góða og trygga marknaðaratgongd kring allan heim.