Í Eysturkommunu verður skattaprosentið óbroytt, 21 prosent, og barnafrádrátturin verður 5.000,00 krónur.
Tað er greitt, nú kommunustýrið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Næsta ár verða inntøkurnar mettar at verða 67,6 milliónir krónur og rakstrarútreiðslunar verða 54,6 milliónir krónur
- Gjøldini fyri at hava børn á stovni vera framhaldandi millum lægstu í landinum, sigur borgarstjórin Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Tað merkir, at eitt vøggustovupláss kostar 2.000 krónur og eitt barnagarðspláss eitt sindur minni.
- Gjaldið fyri børn í forskúlaaldri, og børnum í fyrsta og øðrum flokki í nýggja Fríðtiðarheiminum á Gásamýru, verður óbroytt, tað vil siga, 1.100 krónur.
Felags fyri øll gjøld á barnaøkinum er, at Juli mánaði er gjaldsfríður.
Og frá 1. januar verður tað ókeypis hjá almenninginum at brúka svimjihylin í kommununi.
Næsta ár er ætlanin at gera íløgur fyri 19,8 millónir krónur.
- Størsta einstaka íløgan er at byggja nýtt ráðhús og á fíggjarætlanini fyri 2014 eru seks milliónir krónur settar av til endamálið.
Nýggja ráðhúsið skal eftir ætlan verða liðugt í 2015.
Farið verður eisini undir eina nýggja sethúsaútstykking í Syðrugøru næsta ár og á fíggjarætlanini eru fýra milliónir krónur settar av til endamálið, sigur borgarstjórin.