Ókeypis har, ókeypis her!

Verða tunnilsgjøldini heilt avtikin, so skal ferðaseðlaprísurin eisini avtakast hjá strandferðsluskipunum.


Tað verður sett hart ímóti hørðum fyri at sleppa undan at gjalda hasa 20 krónuna fyri persónbilar og 50 krónuna fyri lastbilar og trailarar, sum tað kostar at ferðast gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin.


Sjálvt um prísurin er lágur í mun til prísirnar umborð á t.d. Smyril, so hevur tunnilsfelagið áleið 29 mió. kr. í inntøkum árliga, sum í stóran mun verða brúktar til viðlíkahald av tunlunum.  


Okur vita, at tað vil fáa álvarsligar avleiðingar fyri viðlíkahaldið, tá gjaldið verður avtikið. Líka leggja tey í tað.


Samstundis sum treytaleys krøv verða sett um at gera tað ókeypis har, so er prísurin enn himmalhøgur á flestu leiðum hjá Strandferðsluni sum t.d. á Suðuroyarleiðini.


Tí er tað eitt treytaleyst krav! Verða tunnilsgjøldini heilt avtikin, so SKAL ferðaseðlaprísurin eisini avtakast hjá strandferðsluskipunum. Bæði fyri ferðandi til gongu, við bili og fyri lokalu vinnuna. Um tað verður gjørt við borgarakortum ella á annan hátt er óviðkomandi.


Men eitt er sikkurt: Verður tað ókeypis har, skal tað verða ókeypis her!


Alt annað er dundrandi órættvíst.


Bjarni Hammer,

 

løgtingsmaður