Í kvøld, mikukvøldið 14. mai klokkan 19, verður ókeypis konsert í gomlu kirkjuni í Kirkjubø. Hetta verður ein løtt várkonsert við klassiskum tónleiki á høgum støði, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Gamla kirkjan hevur fínan aukustikk, og her er eitt einstandandi umhvørvi kring søguligu kirkjuna í vøkru og sermerktu bygdini. Tiltakið Bach í kertuljósi hevur í nøkur ár verið fyriskipað í Kirkjubø um jóltíðir.
Hetta tiltak hevur verið sera væl umtókt.
Nú verður so ein várkonsert við klassiskum tónleiki, og tað verður Sequentia-kvartettin undir leiðslu av Jón Festirsteini sum fer at spæla í kvøld.
Eitt, sum verður serstakt á kvøldinum í Kirkjubø, er, at Frans, pávi, sum herfyri legði árarnar inn, verður mintur.
- Veðrið er gott, og eftir konsertina er ætlanin at hava eina móttøku i vesturskininum, har Føroya Bjor verður vertur, siga fyrireikararnir av tiltakinum í Kirkjubø í kvøld.