Ókeypis konsert við Enekk

Í ár er Útnorðurdagurin sama dag sum nýggi evropeiski fólkatónleikaradagurin.

Í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið ókeypis konsert við fólkatónleikarabólkinum Enekk, 23. september klokkan 16.

 

Bólkurin Enekk varð stovnaður í 1991 og hevði lagið "Eru vit til?" við á útgávuni "Amnesty Tónar" sama árið. 1993-2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast aðrar útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur hann verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands við jøvnum millumbilum síðan tá.

 

Nógvir tónleikarar hava verið partur av bólkinum í longri og styttri tíðarskeið, eitt nú bulgarskir fólka- og jazztónleikarar, men bulurin í bólkinum hevur verið Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, synth og harmoniku.

 

Tað eru eisini teir, ið fara at framføra á konsertini í Norðurlandahúsinum. Umframt tónleik úr Enekk-útgávum, eru nýggjari sangir hjá Kára á skránni, eitt nú við yrkingum eftir íslendska skaldið, Einar Már Guðmundsson. 

 

Útnorðurdagurin

Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags "Útnorðurdag" á hvørjum ári í øllum trimum londunum.

 

Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði.

 

Hetta er fyrstu ferð, at evropeisku londini savnast um Evropeiska Fólkatónleikaradagin (European Folk Day).

 

- Endamálið við degnum er at vísa á týdningin, sum siðbundin list sum tónleikur, dansur og tað, at siga søgur, hevur. Í hesum sambandi skipar Fólkatónleikarafelagið saman við TUTL fyri einari framsýning við føroyskum fólkatónleikaútgávum.

 

Framsýningin er at síggja í Tutl-handlinum, 18.-25. september, mánadag til fríggjadag klokkan 10-17.30 og leygardag frá klokkan 12-16.