Talan er um tiltakið Bryggjulaksur, har hugni og góður matur er í fokus. Eitt tiltak, har tú kann uppliva nakað nýtt og spennandi saman við vinum og familju.
Garvaði fólk og gravaður laksur
Vit hava hitt tríggir av fyriskiparunum, sum eru rættiliga garvaðir. Tildømis hava Kári, Bogi, Guttormur og Osvald saman við øðrum skipað fyri vælumtóktu tiltøkunum “Ein dagur á Grynnuni” og “Slaktið”, har fólk sleppa at royna góðar feskar føroyskar rávørur.
- Endamálið við Bryggjulaksi er at vísa fólki, hvussu ymiskt laksur kann smakka. Rættirnir vera fyri øll. Bæði laksanørdar og púra vanlig fólk. Líkamikið hvør tú ert, so fært tú eina góða matuppliving, sigur Guttormur.
- Tú fært millum annað súltaðan laks, sashimi, døgurðarætt, grillaðan laks, forrætt, gravaðan laks og suppu. So tað spennir víða, og sum rosinan í pylsuendanum, so fer Bogi at servera suppuna, leggur Guttormur flennandi afturat.
Komið øll við
Í Føroyum eru vit umgyrd av havi og nógvum ymiskum fiskasløgum, so hví akkurát laks?
– Hugskotið til Bryggjulaks kom, meðan eg gekk niðri í Vágsbotni ein summardag. Eg minnist, at eg hugsaði: Hví gera tað innviklað, tá mann kann gera tað einfalt? Hvat við, at vit fokusera upp á eitt fiskaslag heldur enn 100. Og hvør fiskur er meir upplagdur enn laksurin, sum eisini er fremsta vinnan í Føroyum? Hvat við, at vit fáa professionellar kokkar inn og gera laks upp á ymiskar mátar, sum øll kunnu royna ókeypis? Eg ringdi so til MOWI og Kári til Hiddenfjord, og teir vóru beinanvegin við uppá tað, greiðir Bogi Andreasen frá.
Skal vera ókeypis
Tá fyriskipararnir verða spurdir, hví tiltakið er ókeypis, eru teir skótir at svara.
- Tiltakið skal vera fyri øll. Tað skal vera líka atkomuligt hjá øllum uttan mun til inntøku. Tað eru heilt sikkurt fólk, sum ikki kunnu fara til ymiskar festivalar, tí tey ikki hava ráð. Og her kanst tú fáa íblástur og njóta dagin saman við familju og vinum, uttan at hugsa um visakortið, sigur Kári.
Gleða seg til at royna nýggjar rættir
Seinasta ár var tað serliga ein rættur, sum stendur fastur í minninum, og tað var laksa ísurin.
- Ja, tað var ótrúliga stuttligt at royna ísin. Hann smakkaði heilt fantastiska væl. Ísurin var uttan iva originalasti rætturin í fjør. Tað er fantastiskt, at kokkarnir tora so væl sum teir gera, sigur Guttormur.
- Rætturin hjá Johan Joensen var eisini heilt fantastiskur. Tað var ráur laksur, bakað skræða uttan roðslu, soppa bouillon og grønt mayonaise, leggur Kári afturat, sum gleðir seg til at royna nýggjar spennandi rættir komandi leygardag.
Tendraðir kokkar
Fyriskipararnir funnu skjótt útav, at kokkarnir vóru tendraðir og við uppá tað. Nú sluppu teir knappliga út úr køkinum og fram í rampuljósið. Mann kann siga, at Bryggjulaksur útviklaði seg til eitt slag av sýnisglugga fyri kokkar.
- Eitt er at vísa rættirnar fyri fólki, men kokkarnir vísa eisini rættin fram fyri hvørjum øðrum. Og tað skapti ein neista hjá fleiri kokkum, sum fóru all in við kreativitetinum, sigur Kári.
- Johan fortaldi mær, at tá hann hoyrdi, at Andrew Crooks fór at gera ein laksa ís, so ringdi hann til Andrew og spurdi, um hann meinti tað. Jú, tað gjørdi hann. Og tá Andrew fór all in, so fór hann eisini all in. So tað er eisini ein lítil innanhýsis kapping millum kokkarnar um at gera besta rættin, greiðir Guttormur frá.
- Tað, sum yvirraskaði meg mest var, at kokkarnir vóru so himmalsfegnir aftaná tiltakið, tí nú fingu teir ta viðurkenning, sum teir hava uppiborið. Vanliga eru teir jú bara í einum køki, har ongin sær teir, men nú vóru teir beinleiðis í samband við fólkið og aðrar kokkar. Og teir merktu, hvussu fólk setti prís uppá teirra arbeiði, sigur Bogi.
14. septembur fær nýggjan týdning
Komandi vikuskiftið verður 14. septembur settur í samband við laks.
- Hvussu tú brúkar leygardagin, blanda vit okkum ikki uppí, men vilt tú sleppa undan matgerð og uppvaski, so ert tú hjartaliga vælkomin Undir Bryggjubakka at royna 11 fantastiskar laksarættir kl. 11-16, sigur Guttormur at enda.