Ókeypis sigling við Strandferðsluni - alt árið

Tað skal verða nógv bíligari, og kanska heilt ókeypis, at flyta bæði ferðafólk og farm við Strandferðsluni

Tað skal ikki verða dýrari hjá summum føroyingum at brúka almenna samferðslukervið, enn tað er hjá øðrum føroyingum.

Tað er endamálið við eini ætlan, Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú hevur lagt fyri samgonguna.

Løgtingið samtykti fyri einum ári síðani, at biðja hann kanna, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á allari samferðsluni í Føroyum, har firðir og sund skilja.

 

Les eisini: Skulu ikki bara lækka prísin í undirsjóvartunlunum

 

Og nú hevur Johan Dahl lagt eitt upprit fyri samgonguna um, hvussu hetta kann skipast.

Hann hevur trý uppskot um, hvussu tað kann gerast og hann skjýtur upp at fíggja hetta við at hækka avgjaldið á diesel og á bensini til bilar.

 

Eitt uppskot er at gera tað ókeypis hjá fólki at ferðast við Strandferðsluni, men at tað skal kosta 50 krónur at fáa bilin við. Tað er tað sama, sum tað kostar at brúka Norðoyartunnilin.

Somuleiðis skal tað verða ókeypis hjá fólki fólki á úthoyggj at ferðast við Mykinesleiðini og at ferðast við tyrluna til ávísar útoyggjar.

Verður tann ætlanin sett í verk, fer tað at kosta slakar 15,8 milliónir og fyri at fíggja tað, skal avgjaldið á diesel og á bensini hækkast eini 38 oyru fyri liturin, umframt MVG.

Tað ber eisini til at gera tað ókeypis at hava bil við. So fer hetta at kosta landskassanum góðar 20,5 milliónir krónur tilsamans og so kann ætlanin fíggjast við at hækka avgjaldi á bensini og á diesel eini 50 oyru fyri liturin, umframt mvg. 

Men tað kann eisini gerast soleiðis, at tað verður púra ókeypis at sigla yvirhøvur, bæði hjá ferðafólki, og at flyta bilar og allan farm við Strandferðsluni.

Tað fer at kosta landskassanum slakar 32 milliónir og tað kann fíggjast við at hækka avgjaldið á bensini og diesel 77 oyru fyri liturin, umframt mvg, sigur Johan Dahl.