Víkingur roynir tað eitt sindur óvanliga tiltakið, at hava ókeypis atgongd til dystin í Europa League hóskvøldið.
Tað er í hesari vikuni, at Europa League undandystirnir verða leiktir, og hósdagin eigur Víkingur tørn móti lettiska liðnum, FC Daugava.
Men áhugin fyri Europa League dystunum hevur ikki verið tann heilt stóri, so nú roynir Víkingur at ganga annan veg.
- Hetta er so ein roynd at fáa fólk at koma til dystin og stuðla okkara leikarum, tí tað hava teir brúk fyri. So vónandi fáa vit eitt fult stadion hóskvøldið, sum fer at stuðla og styðja okkara leikarum fram til sigurs, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.
Dysturin byrjar klokkan 19:00 hóskvøldið 3. juli, og verður hann leiktur á Svangaskarði.