Okkara barnsburðarfarloyvi á norðurlendskt støði

Longu í móðurlívi hava føroysk børn ikki eins góðar umstøður og sum børn í hinum Norðanlondunum, sum øll hava eina barnsburðarfarloyvistíð, sum er longur enn okkara 24 vikur

Eitt av mínum hjartamálum er at fáa okkara barnsburðarfarloyvi longt til 1 ár!

 

Verði eg vald 19.januar, fari eg at taka hesi viðuskifti í stórsta álvara og fari at arbeiða fyri heildarloysnum, tá tað um framtíðar føroyskan familju- og arbeiðispolitik ræður.

 

Tí, jú betri kor ein føroyingur fær frá barnsbeini av, jú betri verður hann/hon førur fyri at virka og mennast sum vaksin samfelagsborgari.

 

Jú, betri kor barnafamiljan fær, jú størri er møguleikin fyri, at føroyska metbarnatalið verður verandi eins høgt.

 

Jú, fleiri børn verða fødd í dag, jú fleiri arbeiðsførar føroyingar fáa vit, at taka sær av okkara gomlu og annars at lyfta felags byrðar.

 

Og soleiðis kundi eg hildið áfram.

 

Týdingarmestu grundgevingina kenna vit øll:

Øll børn burdu havt rættin at veri heima hjá sær sjálvum tað fyrsta liviárið.

 

Í dagsins samfelagi skulu tvær inntøkur til fyri at fáa vanliga húsarhaldið at mæla runt. Tí hava foreldur ikki ráð at ganga heima við ongari inntøku, vegna forlongt barnsburðarfarloyvi uttan løn og rættindi.

 

Hetta kann í framtíðini føra við sær, at føroyska framtíðarfamiljan ikki telur 3 - 4 børn, men 1- 2 børn.

 

Tað hevur okkara oyggjasamfelag ikki ráð til!

 

Vel eina javnaðarkvinnu av bygd, sum hugsar øðrvísini og sum vil stríðast fyri øllum samfelagsmálum, fólki og landi at gagni.