Grundleggjandi halda vit, at øll eiga rætt til eina virðiliga, samhaldsfasta pensjón, har øll rinda inn og øll fáa pensjón úr somu skipan – óansæð inntøku ella uppsparing.
Skipanin skal vera haldfør og byggja á sosialu kontraktina, so hon bæði gagnar verandi og komandi pensjónistum.
Hon skal vera einføld, so mest fer til pensjón og nærum onki til umsiting.
Hon skal hvørki revsa ella noyða fólk at arbeiða eftir pensjónsaldur, men eggja fólki at vera virkin eftir 67 ára aldur.
Tað skal standa øllum frítt at spara meira upp, um teimum lystir, uttan at samfelagið leggur seg út í tað.
Útbyggja Samhaldsfasta
Okkara tankar byggja á, at vit útbyggja Samhaldsfasta, so hann er almenna pensjón føroyinga. Í løtuni er fólkapensjónin partur av fíggjarlóg landsins og er umleið 500 mió. kr. Við at leggja um til Samhaldsfasta fólkapensjón, fáa vit eina skipan uttan fyri fíggjarlógina, so til ber at lækka skattin við í minsta lagi tí, sum inngjaldið til samhaldsfasta hækkar. Soleiðis fyribyrgja vit vanlukkuligu vælferðar-avleiðingunum av at skatta pensjónir við inngjaldi, tí Samhaldsfasti verður framvegis skattaður við útgjaldi.
Øll rinda og øll fáa
Hækka vit inngjaldið til Samhaldsfasta úr verandi 1,75 upp í 7,5 prosent frá báðum pørtum, kemur ongin at rinda meira enn í dag í skatti og pensjónsuppsparing, kanska heldur minni. Sum áður nevnt lækkar skatturin meira enn inngjaldið til samhaldsfasta hækkar fyri løntakaran, meðan arbeiðsgevarin kemur at rinda 5,75 meira enn í dag, sum er munandi minni enn samgongan ætlar við at tvinga 15 prosent í pensjónsuppsparing. Fyri privatar arbeiðsgevarar verður neyðugt at seta skipanina í verk yvir nøkur ár. Á hendan hát ber til at hækka útgjaldið til góðar 12.000 kr. um mánaðin áðrenn skatt, ella áleið 500 kr. meira enn fólkapensjón og Samhaldsfasti geva tilsamans í dag. Øll verða tí tryggjað eitt minimum, men tó virðiligt, livistøðið á ellisárum, høg sum lág.
Haldfør og einføld skipan
Samhaldsfasta fólkapensjónin er ein einføld skipan, har allur peningurin fer til eftirløn og at kalla onki fer til umsiting.
Við at hækka inngjaldið við 5,75 prosentum frá hvørjum parti, og við teimum fólkaframskrivingum, sum vanliga verða brúktar, javnvigar skipanin. Eisini er stóri fyrimunurin í longdini, at samhaldsfasta fólkapensjónin verður skattað við útgjaldi.
Ongin mótrokning
Eisini er tað ein umsitingarligur lætti, at útgjaldið úr Samhaldsføstu fólkapensjónini ikki verður mótroknað í aðrari inntøku - heldur ikki hjá hjúnafelaga. Pensjónistar, sum orka og vilja, verða eggjaðir at arbeiða longri, uttan at verða fíggjarliga revsaðir. Framtíðar fólkasamanseting krevur lutfalsliga størri arbeiðsstyrki, sum aftur gevur hægri skattainntøkur og inngjald til samhaldsfasta.
Fer beint í ringrásina
Í løtuni hópa vit eftirlønaruppsparingar upp í privatum feløgum, sum eru sárbær mótvegis búskaparkonjukturum og fíggjarkreppum. Ein serføroyskur trupulleiki er tað, at peningurin verður kanaliseraður beint av landinum til útlendskar íløgur. Hetta er sera óheppið fyri føroyska búskapin. Í Samhaldsfasta verður peningurin, sum kemur inn, sendur beint út í umfar aftur, og hevur tað sjálvsagt positiva ávirkan á føroyska búskapin. Meirvirðið, sum verður skapt av virksemi í samfelagnum, kemur tí samfelagnum til góðar her og nú og framyvir.
Frívillig uppsparing
Tey, sum vilja hava hægri pensjón at liva fyri, eru vælkomin at spara meira upp í øðrum skipanum, eitt nú gjøgnum avtalur sum fakfeløgini hava. Hetta skal tað almenna ikki leggja seg útí, hvørki við frádráttum ella revsandi tiltøkum.
Fáa øll góðar 12.000 kr. úr Samhaldsføstu fólkapensjónini, er ikki vist, at tey mongu, sum longu nú rinda 15-17 prosent í eftirløn, hava hug at halda fram við hesum. Hesi prosent eru vunnin gjøgnum frælsar samráðingar, og verður tað tí upp til feløgini og limir teirra at gera av, hvørt ein partur skal verða lagt um til lønarhækkan. Tað hevði í øllum førum komið væl við hjá mongum, sum heldur vilja rinda húsalán niður og lætta um í gerandisdegnum, tá útreiðslurnar eru høgar meðan børnini eru smá, enn at spara so nógv upp til aldurdómin, sum í løtuni.
Upplegg til kjak
Sum áður nevnt, eru hesir tankar upplegg til framhaldandi orðaskifti. Alneyðugt er, at øll taka saman hendur í stríðnum fyri samhaldsfesti og vælferð Føroya. Við forskatting av pensjónum er óbótaligur skaði framdur, og við at seta í verk privata, tvungna uppsparing, ganga vit burtur frá tí vælferð og tryggleika, sum eyðkennir skipanina í norðurlondum - og tað má ikki henda.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu, saman við politisku skipanini, finna eina loyns, sum tænir øllum. Ein nýggj pensjónsskipan umfatar allar føroyingar langt inn í framtíðina, og tí ber ikki til at trýsta eina loysn niður yvir og uttan um tey, sum skulu umsita og liva við skipanini mong ár fram í tíðina.