Fyrr í kvøld vann føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti stórsigur 34-16 (16-9) á Luksemborg í EM-undankappingardysti á útivølli.
Hini bæði liðini í bólkinum, Ísland og Svøríki spældu dyst seinni um kvøldið á Ásvellum.
Svøríki vann stórsigur 37-24. Svenskarar vóru á odda 17-12 í steðginum.
Jamina Roberts var toppskjútti hjá Svøríki við sjey málum. Elín Klara Þorkelsdóttir var toppskjútti hjá Íslandi við fimm málum.
Svøríki er oddalið í bólki 7 við seks stigum. Ísland er nummar tvey við fýra stigum, og Føroyar eru nummar trý við tveimum stigum. Luksemborg er aftast við ongum stigi.
Svøríki og Ísland hittast á heimavøllinum hjá Svøríki longu leygardagin klokkan 13.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar og Luksemborg í høllini á Hálsi í Havn.