Uppskriftir:
Toskaflak ? hetta skalt tú brúka:
600 gr. av toskaflaki
4 spsk. av dijonsinnoppi
Tomatsós ? hetta skalt tú brúka:
1 leyk
1 fennikel
4 sólturkaðar tomatir
3 piparfruktir ? reyða, gula og grøna
5 spsk. av olivenolju
1 ds. av flustum tomatum
1 hvítleyksbát
12 grøn oliven
Salt og pipar
Karvaða persillu
1.Sker fiskin í smá stykkir og legg hann í eitt eldfast fat
2.Smyr sinnopp á stykkini og set í ovnin í 8 min. á 200 stigum.
3.Karva leyk, karva fennikel, sker sólturkaðu tomatirnar í álir og sker piparfruktirnar í terningar.
4.Steik alt hetta í grýtu við olivenolju í uml. 5 min.
5.Koyr síðani flustu tomatirnar og hvítleykin í og lat kóka í uml. 5 min.
6.Borðreið við antin rísi ella pasta.
Ræstur fiskur ? hetta skalt tú brúka:
8 ræstar fiskar
3 tomatir
300 gr. av piparfrukt
2 hvítleyksbátar
1-2 leykir
400 gr. av rísi
100 gr. av mozarellaosti
Soleiðis gert tú:
1.Kóka fiskin við eitt sindur av olju í uml. 10-15 min.
2.Skrædla fiskin og legg hann í eitt eldfast fat
3.Steik leyk, piparfrukt, hvítleyk og tomatir á einari pannu í uml. 5 min. krydda við salti og pipari.
4.Stroy ost omaná og set fatið í ovnin í uml. 10-15 min.
5.Borðreið antin við rísi ella pasta.