Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri

Fái eg tykkara stuðul á valinum, fáa tit eitt umboð á Føroya løgtingi, sum hugsar um børn, ung – og tey eldru, sum løgdu lunnar undir eitt av ríkastu samfeløgunum í heiminum.

 

Umstøðurnar hjá okkara børnum og ungu liggja mær ógvuliga nær hjartanum, og somuleiðis er tað mín vón, at okkara samfelag altíð vil veita okkara eldru borgarum góð ellisár.  

Í einum vælferðarsamfelag, sum Føroyar eru, hava vit skyldu til at veita øllum okkara borgarum bestu umstøður og liviligastu kor – frá tí yngsta til hin elsta.

Føroyar teljast millum heimsins ríkastu samfeløg, og tað er bara ein spurningur um, hvussu vit umsita tað, vit hava, og hvussu vit luta út tey virðir, sum hvør einstakur skapar. 

Frítíðar-og ítróttartilboð skapa trivna, og tey skapa tryggar karmar um okkara børn og ung. 

Tað er tí av allar størsta týdningi, at karmarnir, sum frítíðar-og ítróttartilboðini hava at virka undir, eru so góðir sum yvirhøvur gjørligt. 

Við Sandoyartunlinum, sum verður okkara farleið um nakrar mánaðir, fáa vit nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar, sum øll oyggin nú fyrireikar seg til – og ikki minst gleðir seg til.

Tá okkara ungdómar fara inn á meginøkið í skúla ella í læru, kunnu tey framvegis búgva heima her í oynni, og hetta er ein fantastiskur møguleiki at síggja fram til. 

Umframt at vit, sum sita í bygdaráðunum í oynni, royna at skapa fólki møguleikar at seta búgv her hjá okkum, verður eisini neyðugt at arbeiða við ymiskum alternativum bústaðarloysnum.

Tey, sum ikki megna at byggja sær síni egnu hús, tí prísirnir á nýbygging eru so høgir í løtuni, eiga at hava aðrar møguleikar fyri at fáa tak yvir høvdið.

Tí verður eisini neyðugt at fjøltátta bústaðarmøguleikarnar her í oynni. 

Eins og í øðrum kommunum kring landið, eiga eisini tey eldru at hava møguleikan at flyta úr stóru húsunum, tey mangan sita í og í ein høgligari bústað, men bert um tey ynskja tað sjálvi.

Í øðrum økjum í landinum, har alternativar loysnir eru skaptar, er tað vælkent, at eldri fólk velja íbúðarloysnina, sum krevur minni viðlíkahald og er bíligari at sita í, tá pensjónin er einasta inntøkukelda.

Hetta er ikki vorðið minni aktuelt, nú oljan er so dýr, at hon í summum førum fer avstað við stórum parti av fólkapensjónini.

Um eg fái tykkara stuðul á valinum komandi, fáa tit eitt umboð á Føroya løgtingi, sum hugsar um børn, ung – og tey eldru, sum løgdu lunnar undir eitt av ríkastu samfeløgunum í heiminum.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi

 

Lesið eisini: 

 

"Eg eri eyðmjúkur og takksamur"

 

https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur

 

"Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað"

 

https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad