<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Avgjald á vikubløð
Her var uppskot um eina fíggjarliga innspræning í Mentanargrunnin, soleiðis at hann kemur á tað støðið, sum hann sambært mentanarálitinum Mentan og Menning eigur at vera á. Men eisini uppskot um mentunarligan skúlasekk, har allir næmingar sleppa at uppliva mentanarupplivingar innan ymsar listagreinir hvørt ár, og uppskot um at avgjald á útlendsk vikubløð, har peningurin fer til at menna føroyskar bókmentir. Uppskotini vóru nógv og kunnu øll lesast í røðuni, sum er prenta her í blaðnum.
Røðan bygdi á grundhugsjónirnar, at vit liva ikki fyri at arbeiða, men arbeiða fyri at liva, og at mentanin gevur okkum íblástur og styrki at klára okkum í gerandisdegnum.
Tað var hugskotið um avgjald á útlendsk vikubløð, sum fekk mesta viðger á fundinum, og Finnur Helmsdal og fleiri av áhoyrarunum tóku undir við uppskotinum. John Johannesen segði seg vera eitt sindur ivasaman. Tí vit mugu tryggja okkum, at vit ikki búra okkum innið. Men á lættisoppalesnaði hevði John einki ímóti, at eitt avgjald kom, men hann helt tað verða óheppið við avgjøldum á tíðarritum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Øll broyting spríkir úr mentunarrørslum
Finnur Helmsdal segði, at mentan og samleiki eru tvey stykki av somu alin. Øll samfelagslig broyting hevur grund í mentunarrøslum, og at hetta vísti týdningin á at geva mentanini góðar karmar. Hann segði harafturat, at jú minnið samfelagið er, tess størri er tørvurin fyri at stuðla mentanini.
Hann vísti á, at Tórshavnar kommuna er ein góð fyrimynd. Tann stuðulin, sum kommunan hevur latið síðan 90árini hevur verið fyrimyndarligur. Hann spurdi John Johannesen um hvørjar ætlanirnar fyri mentanarstuðul eru komandi árini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frá national romantikki til alternativ eksperiment
John Johannesen segði seg gleðast, um tað nógva, sum hendi innan føroyska mentan fyri tíðina. Um tey nógvu og gávuríku listarfólkini, sum vit eiga. Hann minti á, at vit høvdu fingið Tjóðpall Føroya, og bað okkum hyggja í tiltakskalendarar, har eru nógv fleiri tiltøk, enn vit náa at fara tit. Sambært John eru listarfólkini í Føroyum seinastu tíðina farin frá tí national romantiska til tað alternativa og eksperimenterandi, hetta gleddist hann nógv um.
Næsta løtan fór við keglið millum teir báðar politikararnar, har høvuðsevnini vóru hvør hevði gjørt ella sagt hvat um hvønn og hví. Aftan á eina løtu fekk orðstýrarin steðga teimum, og teir skiltu boðskapin, og skikkaðu sær fyrimyndarliga væl restina av fundinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leggja saman í óðum verki
Arni Thorsteinson spurdi John Johannesen, um varveitandi mentan, og tey elektronisku søvnini, sum liggja og farast. Hann vildi vita hvørjar ætlanir vóru á økinum, og spurdi eisini um, tann táttin, sum landsstýrismaðurin í Mentamálum Jógvan á Lakjuni, var farin undir, at leggja alt, sum eitur søvn saman. Hann vildi vita, um hetta var gjørt eftir einum umhugsaðum leisti ella í óðum verki.
John segði seg ikki kenna meira til hetta enn ein vanligur tingmaður. Men at hetta ikki var gjørt í óðum verki, og at viðgerðin fór at fara fram. Arni spurdi um viðgerðin varð gjørd aftan á samanleggingina. Hesum svaraði John ikki veruliga.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heimsmeistarar í mentan
Jenny endaði við enn eini Løgmansrøðu, hesuferð var árið 2020, og hon tosaði um øll tey nógvu úrslitini, sum mentanarpolitikkurin hjá Landsstýrinum hevði havt við sær, og tað var ikki eiti á, nobel virðislønir og stór útflutningur, ja Føroyar tyktust næstan sum heimsmeistarar í mentan.Skal finnast at nøkrum, so hevði tað verið áhugavert, um tingmennirnir vóru eitt sindur longur frá hvørjum øðrum hugsjónarliga, ið og við, at teir vóru grundleggjandi samdir um flestu málini, so gjørdist kjakið teirra millum, heldur merkt av keglið um smálutir