- Okkara stevna er serstøk

- Vit gleða okkum til eitt brak av eini stevnu í Húsavík, sigur forkvinnan í Ungmannafelagnum Sólarris í Húsavík.

Sandoyarstevnan skiftir millum bygdirnar í Sandoynni, og í ár er tað Húsavík, sum eigur tørn.

 

Stevnan byrjaði longu í kvøld, og hon heldur fram bæði í morgin og sunnudagin við nógvum ymiskum á skránni, bæði fyri børnum og vaksnum.

 

Forkvinna í Ungmannafelagnum Sólarris seinastu árini hevur verið Jonna Jensia J. Anthoniussen, og hon væntar eitt brak av einari stevnu.

 

- Vit halda, at tað er nakað heilt serligt, tá sandoyarstevnan er í Húsavík. Flestu tiltøk eru í og kring ungmannafelagshúsið. Her er vøkur náttúra, áin, sandurin og Tumbakki, og tað er stutt at flyta seg millum ymisku tiltøkini.

 

Sandoyarstevnan byrjar í Húsavík í kvøld klokkan 20 við matsølu og øðrum, og tá lata eisini tivoli, hoppiborgir, rodeotarvur og skjótibásur upp.

 

- Í kvøld klokkan 21 er eisini eitt sera forvitnisligt kafé-kvøld á skránni, sum hevur verið roynt áður á sandoyarstevnu í Húsavík.

 

Jonna Jensia J. Anthoniussen vísir á, at kvøldið í kvøld verður longri enn fyri fýra árum síðan, og hildið fer at verða á til umleið klokkan 02 í nátt.

 

- Eins og seinast, fara Ólavur Højgaard og Niels Olsen, sum eru kendir úr Vestmonnum, at undirhalda við góðum tónleiki, og her verður eisini stevnuspurnarkapping.

 

Forkvinnan í Sólarris sigur, at á kafé-kvøldinum verður alt gott aftur við kaffi, og her verður eisini søla av øli.

 

- Vit royndu hetta tiltak fyri fýra árum síðan, og tað eydnaðist stak væl, og hesaferð verður eisini høvi at fara upp á gólvið at dansa, um tað skal verða, sigur Jonna Jensia J. Anthoniussen.