Okkara støða er rættiliga hótt

Nú mugu vit velja um vit vilja halda fram at drepa springarar, sum metta nøkur fá, ella um vit vilja varðveita atgongdina til altjóða marknaðin, og metta fleiri milliónir, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti

##med2##

 

Springaradrápið á Skálafjørðinum fór langt út um mark hjá okkara viðskiftafólkum og tí merkja vit, at vit eru rættiliga hótt. Tað sigur Regin Jacobsen, stóri á Bakkafrost í tíðindunum á FM1. Hann sigur, at í kjalarvørrinum á springaradrápinum hevur Bakkafrost fyri nógvar reaktiónir frá viðskiftafólki víða um í heiminum.

 

Hann sigur, at tað, sum er øðrvísi nú, er at nú eru tað viðskiftafólkini sjálvi, sum gera vart við seg. Áður hava tað verið umhvørvisfelagsskapir, sum hava heitt á viðskiftafólk um at gevast at keypa okkara laks, men nú eru tað viðskiftafólkini sjálvi, sum klaga til okkara – og sum hálvavegna hótta við at gevast at keypa frá okkum.

 

Og Regin Jacobsen sigur, at talan er viðskiftafólk, sum keypa heilt nógv og sum sostatt hava alstóran týdning fyri Bakkafrost.

 

– Hetta er er nakað spildurnýtt. Talan er um viðskiftafólk í USA, í Evropa og í Fjareystri, so okkara støða er ógvuliga  hótt, sigur stjórin á Bakkafrost.

 

Higartil hevur tað verið nóg mikið til at sissa tey, at vit hava boðað teimum frá, at vit hava einki sum helst við grindadráp at gera. Men springaradrápið á Skálaførðinum var so ógvusligt, at tað er ikki nóg mikið longur, og tí hevur Bakkafrost beinleiðis fordømt tað alment.

 

Hann sigur, at atgongdin til marknaðin er ikki ókeypis og springaradrápið er í hvussu so við til at hála okkum tann skeiva vegin

 

– Nú mugu vit taka støðu til, um vit vilja halda fram at drepa springara, sum metta nakrar fáar munnar, ella um vit vilja hava atgongd til altjóða marknaðin og metta fleiri milliónir munnar, sigur Regin Jacobsen.

 

Hann sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu stórar avleiðingarnar av springaradrápinum vera, men vit hava merkt, at tað var langt uttan fyri mark fyri, hvat umheimurin vil góðtaka. Tað er eingin ivi um tað. Hetta talar til kenslurnar á fólki og tískil kann hetta verða heilt álvarsamt fyri okkara útflutning. Vit kunnu sjálvandi byrgja okkum inni, men tað rakar okkara útflutning, men eg kann ikki ímynda mær, at tað er tað, vit vilja, sigur hann.

 

Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr Regin Jacobsen greiða frá sínari áskoðan á springaradrápið.