Okkara »Topaz« í Kollafirði

Ævigt sól og summar er ikki longur tað fyrsta vit hugsa um Las Palmas. Heldur kemur myndin av neyðars monnunum umborð á Topaz fram í hugan. Men vit nýtast ikki at leita so langt fyri at finna menn í líknandi støðu. Í Kollafirði liggur nevniliga trolarin Ros

Júst á sama hátt, sum Topaz hjá Bjarta Mohr, sum hevur ligið á Las Palmas í langa tíð, liggur nú eitt skip í Kollafirði. Skipið eitur Ros, er heimahoyrandi í Murmansk og Oleg Khroni, sum er russi, er reiðari.

Tað, sum Bjarti Mohr og Oleg Khroni hava til felags, er, at teir báðir hava verið sera trekir at lata løn og eru í fíggjarligum trupulleikum við skipum sínum.

Eitt annað, teir hava til felags, er, at hvørgin teirra hevur viljað sagt so nógv um skipini.

Sosialurin hevur nevniliga roynt at fáa orð á Oleg Khroni, sum fríggjadagin fór av landinum, men tað var lítið, hann vildi siga.


Liva av olmussu

Tríggir mans eru umborð á Ros. Teir hava verið umborð í átta mánaðir og vita á ongan hátt, nær teir sleppa heimaftur. Tað hevur verið sera sparið við løn, og proviant og olju fáa teir sum olmussu, tí reiðarin hevur ongantíð goldið nakað sum helst til Faroe Agency hjá Árna Dam, og tó hava teir latið nøkur tons av olju, og geva russunum framvegis onkrar smáar lutir.

Reiðaríið skyldar Faroe Agency einar 180.000 krónur.

Leif Erik Niclasen, gullsmiður, hevur somuleiðis givið monnunum mat, so teir ikki skulu líða neyð, so leingi teir eru í Føroyum.

Men hetta hevur bert verið seinastu tíðina, tí í summar var púra galið umborð. Frá fólki í Kollafirði hevur Sosialurin fingið at vita, at áðrenn manningin var skift í julimánaði stóð so illa til, at menninir byrjaðu at stjala ymiskt í Kollafirði, og fólkini ger teir ikki ringar fyri tað, tí teir hava stolið av neyð.

- Vit hava tað ordiliga gott umborð. Tað einasta er, at vit hava onga mjólk, og eru farnir at sakna familjur okkara øgiliga illa, sigur skiparin umborð.

Skiparin hevur onga løn fingið, maskinmaðurin hevur bert fingið løn í oktobur og elektrikarin hevur onga løn fingið, men hann hevur ein sáttmála, sum sigur, at hann fær løn, tá hann kemur heim.

Hetta er á ongan hátt einasta dømið um russar, ið hava verið gíslar í Føroyum í fleiri mánaðir, og so er spurningurin, um hetta er nakað føroyingar kunnu liva við, og um hetta gagnar Føroyum. Og kanska serliga tá vit sjálvi hava lógir, ið avmarka, hvussu leingi sjófólk kunnu vera burtur.


Reiðarin

Oleg Khroni er ikki nakar stórur russiskur skipari. Í veruleikanum eigur hann bara tvey skip, og annað er tikið í pant av føroyingum, tí teir fiskaðu ólógligt í føroyskum sjógvi.

Teir fingu tó eina avtalu í lag, at hitt skipið, Izotop, skuldi sleppa til fiskiskap, meðan Ros varð tikin í pant í Føroyum.

Gitingar hava verið, at reiðaríið er farið av knóranum, men hetta er tað einasta reiðarin vil siga nakað um alment, og hann avsannar, at felagið er farið á heysin.

Hóast reiðarin ikki vil úttala seg, so hevur Sosialurin fingið okkurt at vita, sum reiðarin hevur úttala seg um, til fólk hjá Faroe Agency.

Hann skyldar eina rúgvu av peningi og hevur ongan likviditet. Hann hevur í tveir mánaðir roynt at fáa lán til teir átta miljónirnar rublarnar, ið hann manglar fyri at gerast bótaførur, men at bankarnir í Russlandi hava givið honum noktandi svar.

- Vit trúgva ikki, at reiðaríið er farið á heysin, og reiðarin hevur eisini lovað okkum løn, so vit rokna við, at málið fer at loysa seg sjálvt, sigur skiparin. Tó veit Sosialurin eisini, at manningin var sera illgrunasom til mikudagin, tá reiðarin kom umborð og greiddi manningini frá síni støðu. Hann segði seg hava kvotur í Barentshavinum, so alt nokk skuldi fara at ganga.

Hesar útsagnir hava eftir øllum at døma havt við sær, at manningin hevur fingið nýtt mót.

Somuleiðis hevur Oleg Khroni sagt, at hann ger alt hann kann fyri at halda upp á skipini, og um hetta merkir, at hann skal í ST-dómstól ella beinleiðis til russisku stjórnina, so ger hann tað.

Sosialurin hevur tosað við Árna Dam, sum hevur Faroe Agency, um málið fer at hava nakra ávirkan á viðurskiftini hjá Føroyum við Russland.

- Eg skal ikki siga, at tey gerast beinleiðis verri, men hetta ger tey so ikki betri, staðfestir Árni Dam.


Jørgen gjørt sítt

- Futin ger tað, hann ongantíð hevur gjørt fyrr. Hann letur annað skipið fara við øllum fonginum. Ímóti lyftinum, at tað skuldi gjaldast, og síðani tá er onki hent, greiðir Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, frá. Hann leggur afturat, at hetta er ein vanlukkulig støða, men at ráðið hevur roynt at gera sítt.

- Í novemburmánað royndu vit at loysa málið. Vit fingu saman við føroyskum privatum intiativi syrgt fyri, at menninir umborð allir kundu sleppa heim. Tað vóru so tríggir, sum ikki vildu fara við, og vóru verandi umborð á skipinum hjá reiðaranum, sum ikki vil geva teimum løn, sigur Jørgen Niclasen, sum leggur dent á, at málið liggur hjá donsku rættarskipanini, og tí kann uttanríkisráðið ikki gera nakað.

- Men russar vóru sera positivir, tá vit sjálvi tóku intiativ, so eg rokni ikki við, at hetta kann gera viðurskiftini verri, men tað kann altíð vera, at okkurt verður. Men stóri trupulleikin liggur hjá reiðaranum, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur støðuna vera vanlukkuliga. Umframt, at hann ikki heldur, at reiðarin hevur víst nóg stóran áhuga at hjálpa monnunum, samstundis, sum hann sigur, at tað er undarligt, at reiðarin kann koma til Føroyar, um hann ongan pening hevur.


Óviss lagna

Enn er ikki greitt, hvør lagnan hjá manningini á Ros verður, men reiðarin hevur lovað teimum 2000 dollarar fyri at vera í Føroyum, umframt, at hann hevur lovað monnunum eina feriu við sól og summari í – halt nú fast – Gran Kanaria, og hetta skal vera í augustmánaði, um reiðarin skal halda orð.