Okkara undir útflutning

Bryggjaríið Okkara er nú farið undir útflutning av øli.

Bryggjaríið boðar frá, at fyrstu seks plattarnir av Okkara øli eru avskipaðir til Danmarkar.

Talan er um tvey sløg av øli, Gull og Rinkusteinur, sum koma at eita júst soleiðis á danska marknaðinum.

Í Danmark er tað bryggjaríið Klosterbryggeriet, ið verður útbýtari av ølinum. Klosterbryggeriet selur til handlar kring alt Danmark.

Okkara væntar harafturat at hava góðar møguleikar at økja um útflutningin av serøli, tá tað um nakrar mánaðir verður loyvt føroyskum bryggjaríum at bryggja øl sterkari enn 5,8%.