Okkum dámar tað sum øll eiga

- Eingin hugsar “wauw!” um okkurt, sum mann sær umaftur og umaftur, sigur innanduraarkitektur

Meðan føroyski mátin at innrætta seg uppá er serstakur uppá sín egna máta, so innrætta vit okkum eisini nokkso norðurlendskt. Serliga eru tað litirnir hvítt, svart og grátt, sum ganga aftur í flestu heimunum, eins og í norðurlendska stílinum.

- Vit eru nokkso bangin fyri pang-litum. Teir tríggir litirnir, vit ræðast allar mest, eru appilsingult, pink og myrkagrønt. Tá vit skulu hava okkurt annað enn tað svarta, gráa og hvíta, so verður tað ofta til grønt og blátt, og tað er simpulthen tí, vit liva í Føroyum, har vit hava fjøll, himmal og hav, greiðir innanduraarkitekturin, Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, frá. 

Tað kemur sjálvandi eisini kemur fyri, at onkur innrættar seg heilt øðrvísi, men í høvuðsheitum velja føroyingar teir somu litirnar. Frá sínum arbeiðslívi veit Gunnbjørg, at fólk helst vilja hava hvíta ella svarta køk, og tað hendir sambært henni umleið 85 prosent av ferðunum.

- Hetta er í øllum førum tekin uppá, at vit eru bangin fyri at stinga burturúr. 

Halda seg til tað sikra valið

Tendensurin við litum í innrætting gongur aftur, tá mann hyggur eftir klædnamótanum.

- Tá mann letur seg í ein svartan kjóla, so er tað tað sikra valið, tí mann sær altíð gott út í einum svørtum kjóla. Men um mann keypir ein pinklittan kjóla, hugsar mann, at so er vandi fyri, at liturin til dømis ikki passar saman við restini av klæðunum. Føroyingar halda seg ofta heldur til tað sikra valið, tí so gongur mann ikki galið í býin.

Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir minnist, at ein dani, sum selir klæði, einaferð við hana: “Nú koma føroyingarnir, nú mugu tit finna tey svørtu klæðini fram!”.

Ópersónlig innrætting líka sum grannin

Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir heldur heilt einfalt, at nógvir føroyingar innrætta seg ópersónligt, tí so nógv fylgja við ymsu mótadillunum, sum koma og fara.

- Vit fella fyri nøkrum tingum, sum øll fella fyri. Vit hava ein tendens at hyggja eftir, hvat grannin hevur, í staðin fyri at hugsa, hvat einum sjálvum dámar.

Hon vísir á Royal Copenhagen stell og Kähler vasan, sum eftir hondini hava eitt pláss í heimunum hjá hópatals føroyingum og dønum. Ein onnur dilla var gallarílistar, og einaferð skuldu øll hava lammelgardinur úr træði.

- Tað verður gjørt so nógv annað pent, hví skulu øll keypa tað sama? Tá mann fer inn í heim í Føroyum, so sær tað meira ella minni líka út í flestu heimunum, tí tað eru tey somu tingini og sniðini, mann sær aftur, sigur Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir.

- Tá mann sær okkurt, sum øll onnur hava, so er jú einki nýtt undir sólini. Eingin hugsar “wauw!” um okkurt, sum mann sær umaftur og umaftur.