Okkum vantar vinnuliga gransking í Føroyum

Samskiparin í Ráfiskarakeyparafelagnum, Agnar Jensen, tekur undir við teimum, ið halda, at tørvur er fyri einum granskingarstovni innan fiskivinnuna í Føroyum. Honum dámar væl skipanina við Seafish, men hann vil kortini ikki leggja avgjald á vinnuna til ein slíkan stovn. Agnar Jensen heldur, at peningurin er at finna í systeminum, sum hann málber seg.

Í blaðnum í gjár førdu Rói Egholm, ið arbeiðir á fiskalsøluni Farex, og John Rajani, ið arbeiðir á føroysku sendistovuni í London, fram, at stórur tørvur er á einum granskingarstovni innan fiskivinnuna. Í hesum døgum er ein enskur granskingarstovnur, ið kallast Seafish, og vitjar oyggjarnar.
Endamálið hjá Seafish er at arbeiða fyri, at enska fiskivinnan mennist alla tíð. Í tí sambandi er stovnurin í Føroyum í hesum døgum, og kunnar seg um føroysku fiskivinnuna. Fleiri umboð fyri føroysku fiskivinnuna á landi og sjógvi eru hugtikin av arbeiðinum hjá enska stovninum, og kundu hugsa sær ein líknandi stovn í Føroyum.
Rói Egholm helt í blaðnum í gjár, at tað var sera undrunarvert, at onglendingar kunnu lata 120 milliónir krónur til fiskivinnugransking, meðan føroyingar ikki lata eina krónu. Hevur ein fyri eyga, at fiskivinnan svarar til meginpartin av vinnuvirkseminum í Føroyum, meðan fiskivinnan í Onglandi ikki svarar til meir enn gott 1% av samlaðu ensku vinnuni, so raðfestingin undrunarverd, helt Rói Egholm fyri.

Skipanin við Seafish skilagóð
Agnar Jensen, ið er samskipari hjá Ráfiskarakeyparafelagnum, sigur, at tað er kanska í so nógv gjørt av, tá ført verður fram, at eingin pengar eru til gransking í fiskivinnuni.
?Peningur er játtaður bæði til Fiskivinnuroyndir og fiskiídnaðargransking, sum bæði arbeiða við gransking í fiskivinnuni burturav. Teirra øki fevna tó serliga um tað lívfrøðiliga, reiðskap og framleiðslu á landi, og møguliga kemur tað búskaparliga øki ikki nóg væl við, greiðir Agnar Jensen frá.
Hann er fullkomiliga samdur í, at serliga vinnuliga granskingin í Føroyum er við skerdan lut. Fyri at betra um granskingarviðurskiftini, heldur Agnar, at vit áttu at nýtt eina líknandi skipan sum onglendingar hava við Seafish.
? Modellið við Seafish er gott, tí stovnurin tekur sær av vinnuligari gransking, og tað mangla vit í Føroyum. Eg gangi kortini ikki við til, at avgjald verður lagt á vinnuna til ein slíkan stovn, sigur samskiparin í Ráfiskarakeyparafelagnum.
Fíggingin við Seafish er skipað so, at enska fiskivinnan sjálv letur 8 milliónir krónur til stovnin árliga. Fíggingin kemur í lag við, at bátarnir lata eitt ávísa upphædd fyri hvørt kilo, sum verður fiskað. Tær írestandi 30 millónirnar koma við stuðli, millum annað frá ES.
Spurdur, um hvussu ein granskingarstovnur í Føroyum annars skal fíggjast, um avgjald eins í Onglandi ikki verður lagt á vinnuna, svarar Agnar, at eftir hansara meting er nóg mikið av peningi til ein granskingarstovn í systeminum, sum hann málber seg.
-Vit kunnu byrja í smáum, og eingin sigur, at tað skal verða ein fastur stovnur alt fyri eitt. Í løtuni eru fleiri ymiskar stovnar í Føroyum, ið granska í fiskivinnuni, og tað átti at borið til at byrja við at fáa hesar stovnar at tosa saman, so granskingin í fiskivinnuni kann samansjóðast, sigur Agnar Jensen
Agnar Jensen leggur at enda dent á, at tað má vera vinnan sjálv, sum kemur at stýra einum slíkum stovni, og ikki politiski myndugleikin.