Seinastu fýra árini hevur Herborg Torkilsdóttir vunnið sær støðu sum væl umtókt songkvinna. Ikki minst sangurin “Náttin var okay” frá 2021 var risahitt, men eisini aðrir sangir hava verið nógv spældir.
Í 2016 flutti Herborg heim til Føroya, eftir at hon hevði búð í Danmark í 16 ár, og tað var, nakað eftir, at hon var komin heim til Føroya, at hon veruliga fór at skriva sangir og gera tónleik. Og tað var, sum ein kreativ alda skolaði inn yvir hana.
– Tað kendist, sum setti eg hol á okkurt, og eg sat skrivaði tveir sangir um dagin í tveir mánaðir. Har var nakað í mær, sum vildi út, sigur Herborg Torkilsdóttir í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið.
– Eg haldi, at eg var í einari støðu, har eg hevði nógv innan í mær. Eg hevði ikki bara verið lukkulig í Danmark, tað hevði verið sera tungt til tíðir, og eg longdist heim til Føroya. Sangskrivingin var sum terapi, og hon hjálpti mær sera væl at koma víðari og at hyggja frameftir. Og eg má siga, at parlagið hevur ongantíð verið so gott, sum eftir at vit fluttu til Føroya, og eg havi havt tað sera gott hesi árini. Tónleikurin eigur ein týðandi part í, at tað hevur verið soleiðis, sigur hon.
Nógvir av sangunum, sum hon skrivaði fyrstu tíðina, vóru á enskum máli, og onkrir av teimum komu út seinni. Nógvir vóru tó bara lagdir til viks. Teir høvdu tænt fyri seg, tá ið teir vóru skrivaðir og skuldu ikki brúkast til meira.
– Seinni fann eg út av, at eg skuldi skriva sangir á føroyskum, og tað eri eg fegin um. Fyrsti føroyski sangurin fekk av at vita í Kvørnini í útvarpinum, men eg misti tíbetur ikki mótið, og júst tann sangurin er ein av teimum, sum fólki dámar best, tá ið eg eri úti og spæli, sigur hon.
Herborg Torkilsdóttir er kend fyri sínar løttu og stundum skemtiligu sangir, og teir kunnu fáa ymiska móttøku frá fólki.
– Tað er ikki bara lætt og stuttligt at geva tónleik út. Tú kanst fáa ymiskar viðmerkingar, sum ikki eru so positivar, men tíbetur nervar tað meg ikki. Hinvegin havi eg stóra gleði av at spæla fyri fólki. Mær dámar allar best, tá ið eg eri úti og spæli mínar sangir, og fólk eru glað og syngja við, sigur hon.
Longri samrøða við Herborg Torkilsdóttir kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.