Okkurt smakkaði illa

Selma Ellingsgaard er fegin um nýggja lønarsáttmálan, men viðgongur at alt ikki líkaði Starvsmannafelagnum líka væl

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið skrivaðu í morgun undir eina lønarsemju fyri komandi tvey árini.

 

Sambært semjuni er karmurin hækkaður við 4,15 prosent. Veruliga lønarhækkanin fyrsta árið, frá 1. oktobur 2015, er 1,71 prosent, meðan hon er 1,9 prosent seinna árið. Restin av lønarhækkini fellur ávísum starvsbólkum í lut, sum eru umflokkaðir á lønarstiganum.

 

- Vit eru glað fyri hesar tingingarnar, sum hava gingið sera væl. Vit eru nøgd við tað úrslitið, sum nú fyriliggur, tó at ikki alt smakkar líka væl, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

 

Hon skuldi serliga ynskt, at lønarhækkingin 2. árið var hægri enn hann gjørdist, men ásannar, at tað ikki ber til at vinna á mál við hesum ynskinum.

- Vit hava í langa tíð hoyrt um, hvussu væl tað gongur í samfelagnum, og vit vildu ynskt, at lønarhækkanin 2. árið endurspeglaði góðu gongdina. Tó so, í samráðingum ræður um at geva og taka, og tað gjørdist greitt fyri okkum, at hetta var tað besta úrslitið, vit kundu fáa, sigur Selma Ellingsgaard.

 

Hon sigur, at tað til tíðir vóru harðar samráðingar, og hon er fegin um, at tað eydnaðist Starvsmannafelagnum at nokta Fíggjarmálaráðnum avís krøv. Hon nevnir millum annað, at Fíggjarmálaráðið ynskti at lækka útgjaldið í samband við Vaktargjald 2, umframt at gera aðrar broytingar, sum vildu merkt, at tey, ið sigla, skuldu arbeitt nakrar tímar eyka, uttan at vera goldin fyri yvirtíðararbeiði.

- Harumframt hava vit nú fingið staðfest í sáttmálanum, hvussu langt vikuskifti er. Tað hevur verið bundið at siðvenju higartil, men Fíggjarmálaráðið ynskti at stytta hesa ásetingina. Hesum fingu vit tó forðað, sigur Selma Ellingsgaard, sum tó ásannar, at hesin sigurin kostaði aðrastaðni.

 

Hon sigur tó, at Starvsmannafelagið er fegið um fleiri aðrar ásetingar í sáttmálanum, millum annað tað, at nú fáa allir limirnir í Starvsmannafelagnum 15 prosent í eftirløn.

- Eisini fegnast vit um ískoytisavtalurnar, sum vit hava gjørt við Fíggjarmálaráðið, millum annað viðvíkjandi sálarliga arbeiðsumhvørvinum og førleikamenning hjá okkara starvsfólkum, sigur Selma Ellingsgaard.

 

Krøvini frá Starvsmannafelagnum vóru handaði Fíggjarmálaráðnum í juni mánaði, men løgtingsvalið órógvaði sáttmálasamráðingarnar. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið vóru tó sinnaði at fáa samráðingarnar avgreiddar skjótast gjørligt og tí hava drúgvir fundir verið hildnir í vikuni.

- Fríggjamorgunin sóu vit, at nú var um reppið, at vit náddu undir land við samráðingunum, og vit avgjørdu tí at fara niðan á Hotel Føroyar at tingast um tað allar seinasta. Leygarmorgunin klokkan 10 møttust vit so á Hotel Føroyum og sunnumorgunin klokkan sjey vóru vit samd um sáttmálan, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.