Okurs leiga ella okurs løgtings- og landsstýrislønir? Aftursvar til Eyðgun Samulsen

Eyðgunn Samulsen, Landsstýriskvinna og samgongan ynskja at gera okkurt munagott við bústaðartrotið. Alt gott um tað – hevði tað verið skil í. Í tí sambandi hevur hon ætlanir um, at geva Leigunevndini heimild til at áseta húsaleigur í Føroyum. 

 

Eyðgunn ætlar at gera hesa lógarbroyting, av tí at hon heldur, at onkur leigar út dekan ov dýrt. Hetta er sjálvsagt púra burturvið, tí tað er at gera seg inn á fríu marknaðarkreftirnar og avtalufrælsið. 

 

Verður tað næsta so, at samgongan ætlar at áseta prísir á brennievni, mati og rentum? Vit hjá MARK skilja ikki trupulleikan, tí í flestu førum, leiga vit út fyri minnið enn almenna Bústaðir, hóast vit ikki fáa nakran milliónastuðul.

 

Heldur enn at ríka seg sjálva upp og taka frá øðrum, átti Eyðgunn at hugt eftir sær sjálvum og sínum. 

 

Tað fyrsta løgmaður gjørdi, tá hann tók við í 2015, var at lýsa lønarhækking til landsstýrisfólk og løgmann. Tað var gjørt dagin eftir, at hann tók við. Tað merkti, at Eyðgunn Samuelsen og hini landsstýrisfólkini fingu eina lønarhækkan upp á  14.535,- kr./mðr., sum svarar til heili 29% í lønarhækkan.

 

Løgmaður gav sær sjálvum eina lønarhækkan á 17.560,- kr./mðr., sum var ein lønarhækkan á heili 30%. Fyri teirra valskeið upp á 4 ár hevur landsstýrið givið sær sjálvum eina samlaða lønarhækking upp á tilsamans 5,7 milliónir krónir – hesar milliónirnar høvdu verið eitt gott ískoyti til bústaðarneyðina. 

 

Samgongan hevur nú eisini lagt uppskot fram um at hækka lønirnar hjá løgtingsfólkum. Lønin hækkar úr 40.459,50 kr./mðr. til 46.291,68 kr./mðr., sum er 5.832,18 kr./mðr./løgtingslim. Tað vil siga, at 33 løgtingslimir við eini lønarhækking á 5.832,18 kr./mðr. fara at kosta skattgjaldaranum 192.246,94 kr. meira hvønn mánaða. Hetta kundi verið nýtt til býlisstuðul. Um vit siga, at 150 persónar í dag hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, so kundi hetta givið teimum 1.283,07 kr./mðr. í býlisstuðli.

 

At enda kann nevnast, at løgtingslimir, sum búgva uttanfyri Suðurstreymoy, árliga fáa skattafrítt endurgjald ímillum 37.500 til 63.000 kr. fyri koyring – hetta er eisini nógv meira enn vanligi føroyingurin fær.

 

Spennadi verður at síggja, hvussu nógv samgongan hugsar um vanliga føroyingin. Fer samgongan at krevja frá øðrum ella ríka seg sjálvan upp? Ella er tað so galið, at samgongan fer at ríka seg sjálvan upp OG krevja frá øðrum?