Olaf Johannesen fær stóra virðisløn í Danmark

Hann hevur fingið høgt virdu Reumert virðislønina í Danmark

 

Føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen, hevur rættiliga gjørt vart við seg sum sjónleikari í Danmark – og í Týsklandi.

 

Og fyri eini løtu síðani fekk hann Reumert viriðslønina fyri leiklistarligu avrik síni hetta seinasta árið.

 

Reumert virðislønin er fremsta virðislønin fyri leiklist í Danmark. Tað var Bikubefonden, sum stovnaði virðislønina í 1998, og síðani hevur verið latin teimum, sum serliga hava gjørt vart við seg í leiklistini í Danmark.

 

Olaf Johannessen var í uppskoti til virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklut í heili trimum leikum, nevniliga Samtale før døden, Mefisto og Heksejagt. Olaf Johannessen varð eisini í uppskoti til virðislønina í fjør.

 

Tað er ein sjáldsamur heiður at verða í uppskoti fyri heilar tríggjar virðislønir.

- Hvassur sum eitt rakiblað lýsti hann høvuðsleiklutirnar í hesum trimum leikunum, stendur í tilnevningini.

 

Tveir aðrir sjónleikarar vórðu í uppskoti til virðislønina, Mads Rømer Brolin-Tani fyri leiklutin í leikinum, En folkefjende, og Anders Budde Christensen fyri leiklutin í Lille mand, hvad nu?