Nú vit eru farin um longsta dag, minnast vit sum familja Olaf Nielsen, sum fyri einum ári síðani, eftir stutta sjúkralegu, fór heim til Harran. Babba hevði 26. juni 2013 verið 80 ár, og vil eg tí, á føðingardegi hansara, nýta høvið at skriva nøkur minningarorð um hann.
Babba var føddur í Vági í 1933, og var næstelstur av fýra syskjum. Hini systkini eru Rodmundur, Øssur og Gunnvør. Foreldrini vóru Louise Nielsen, ættað av Regni í Leirvík, og Jacob Nielsen, ættaður úr Nólsoy. Eftir at abbi legðist uppi og gjørdist vitapassari, flutti familjan hagar sum abbi hevði sítt vitapassara starv. Tey búðu eitt nú á Mykineshólmi. Eg minnist mangan babba greiða okkum frá tíðini á Mykineshólmi, har vitapassarafamiljan eitt nú upplivdu at verða bumbað undir seinna heimsbardaga av týskum bumbuflogførum. Tað má hava verið skakandi upplivingar fyri foreldur og børn, og sum vit í dag ikki kunnu ímynda okkum. Tíðin í Mykines man tó ikki bert hava verið óhugnalig, tí hon var eisini orsøkin til, at babba fann sær konu úr Mykinesi, sum var Ása Katrina, fødd Johannesen. Tey giftust í 1957, og fingu 55 ár saman. Babba og mamma fingu 3 synir, sum eru Kári, Jákup Alberg og Birgir.
Sum flest aðrir unglingar fór babba sum ungur til skips og átti eitt nú sum ungur maður útróðrarbát saman við familju í Leirvík. Fyrstu árini búðu mamma og babba eisini í Leirvík, men fluttu seinni til Havnar, har hansara livsleið sum fiskasølumaður veruliga byrjaði. Fyrst á Sildasøluni og hareftir sum sølustjóri á Fiskasøluni, sum var eitt starv hann við íðni og nærlagni røkti í yvir 20 ár.
Babba ferðaðist ómetaliga nógv hesi árini og arbeiddi hart og miðvíst saman við øðrum góðum starvsfólki at selja føroyskar fiskavørur úti í heimi og harvið fáa best møguligar avtalur heim til limirnar í Fiskasøluni. Havi mangan hoyrt frá útlendskum samstarvsfelagum hjá babba, hvussu væl tað lá fyri hjá honum at knýta sambond við keyparar, líkamikið hvar í heiminum hesir komu frá og ikki minst at fáa góðar avtalur í lag. Babba hevði stóran áhuga fyri fólki og hevði lætt við at koma í samband við fólk, líkamikið hvar í heiminum hann ferðaðist. Hann var lættur av lyndi, var skemtingarsamur, men var eisini ein góður samráðingarmaður, sum tordi at standa fast upp á sítt.
Sum nærum 60 ára gamal og í ringastu búskaparligu tíð fyrst í 90’unum breyt babba burtur úr nýggjum og stovnaði egna fiskasølu, ið eisini bleiv reiðaravirki við trolarum, sum gav arbeiði á sjógvi og landi til land okkara. Her komu hansara drúgvu royndir við russarar honum til góðar, sum hann hevði samstarvað við í mong ár. Hann fekk góða avtalu við russiskt felag, sum hevði stóra kvotu i Barentshavinum. Hetta var eisini ein sera spennandi tíð hjá honum og var ein góður endi á hansara virkna arbeiðslívi.
Eitt sum eyðkendi babba var, at hann mangan tordi at váða at ganga nýggjar leiðir og saman við øðrum at seta ymiskt vinnuvirksemi í gongd í Føroyum, hóast framtíðarútlitini vóru ókend. Onkuntíð gekk tað gott, men aðrar tíðir gekk tað minni gott, sum tað er so nattúrligt í øllum lívsins viðurskiftum. Men babba fall ongantíð í fátt, sjálvt um útlitini mangan ikki vóru tey bestu. Hann legði alt í Harrans hendur. Hetta vísti Guðstrúgv hansara, og hvønn hann hevði sett sítt álit á í hesum lívinum.
Vit nærmastu hava ómetaliga nógv góð minnir um babba og hava nógv at takka honum fyri. Hann vísti stóran kærleika, var trúfastur og gávumildur í øllum sum hann gjørdi. Babba var ein maður við nógvum fjølbroyttum gávum, og hann var arbeiðsamur og íðin sum fáur í øllum sum hann gjørdi. Tað skuldi veruliga henda nakað, har hann var.
Eftir at babba fór um pensiónsaldur, haldi eg at vit brøðurnir veruliga merktu hvussu nógva tíð hann ynskti at brúka upp á okkum, sum hann var so góður við. Tað var líkasum at hann vildi løna okkum aftur, at hann hevði verið so nógv burturstaddur í sínum virkna arbeiðslívi.
Hann vísti veruliga kærleika og trúfesti, uttan at tað altíð var í orðum. Men hansara gerir vístu veruliga, hvat hann livdi eftir.
Eitt sum eisini eykendi babba var, at hann var ein sera praktiskur maður, sum dugdi nærum øll handalig ting. Um okkurt skuldi gerast heima hjá einum av okkum, var hann altíð fúsur og var tann fremsti sum setti alt í gongd og helt á til arbeiði var liðugt gjørt. Eg havi ikki orð fyri, hvussu nógv hann hevur hjálpt mær og mínari familju. Hetta eri eg honum sera takksamur fyri.
Babba var ein sera góður maður hjá mammu at hava. Tey fingu 55 góð ár saman. Tá mamma gjørdist álvarsliga sjúk fyri 5 árum síðani, merktu vit veruliga hvussu góð babba og mamma vóru við hvønn annan. Umsorgan hansara fyri mammu var ómetaliga stór, og tað var ein stór gleði hjá babba og okkum øllum, at mamma kundi gerast frísk aftur, og at tey fingu nøkur ár afturat saman.
Babba var ómetaliga góður við síni abbabørn og langabbabarn. Eg kann nevna, at árini eftir at vit høvdu ættleitt son okkara, gekk tað nærum ikki dagur, at hann spurdi okkum nær næsta barnið hjá okkum mundi fara at koma. Babba var ómetaliga spentur okkara vegna. Tíverri upplivdi tú ikki hetta, men í dag kunnu vit stolt siga, at tú aftur er blivin abbi til eina fitta abbadóttur, sum vit júst hava fingið í Suður Afrika. Vit vita, at tú hevði gleðst saman við okkum og hevði verið ein stoltur abbi.
Tað sum situr eftir hjá okkum sum familja er, at kærleiki og trúfesti altíð vóru fremst í tínum huga, babba. Tí kunnu vit ogna babba eitt vers í orðtøkunum, sum sigur: ”Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um halsin, skriva tey á talvu hjarta tíns. So skal tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guðs og manna”
Eg haldi hetta sigur so nógv um hvussu babba var sum maður hjá mammu, pápi hjá okkum brøðrunum, umframt verpápi, abbi og langabbi hjá familju okkara.
Takk fyri alt tað tú var fyri meg, fyri mammu og alla familju okkara. Tað er stórur saknur í tær hjá mammu og okkum øllum, men vit hava ómetaliga rík minnir um teg.
Ærað verður minnið um babba, okkara kæra pápa, verfaðir, abba og langabba Olaf Nielsen.
-----
Birgir