Mánadagin 13. juni 2005 kl. 15.00 letur upp ein framsýning í Gallarí Riberhúsi í Fuglafirði við fotomyndum hjá Olav Schneider. Sýningin ber heitið: »Heystsuita« ? ein søga um slakt ? ein søga um børnini.
Heystsuita
Lívsins andadráttur
ættarinnar andadráttur
Børnini
speglingin av tí farna
og tí komandi
Brúgvin
Lat tey glógvandi eygu
leiða okkum inn í núið
hygg við teirra eygum
síggj við teirra eygum
Hvat síggja tey? Hvussu
síggja tey? Minnist tú?
Minnist tú myrkrið?
Heystið?
Guvan í kjallararúmi
vásaklæddir menn, sum
biðja tey smáu bíða
uttanfyri,
meðan svævað verður.
Blóðið! Sveitin!
Dreymurin,
dampandi blóð.
Barnið, sum við
alspentum sonsum fylgir
hvørji rørslu
meðan urheimur
fullur av vitan
letur seg upp.
Vitan um lív og
ósvitaligan deyða
og mammubeiggin
við skálkabrosi:
»Tí hvør av øðrum liva má?«
Soleiðis skal lítlin
læra lívsins treytir.
Í spølni og kæti
og djúpum álvara ?
eygleiða tey vaksnu
gera sum tey vaksnu.
(Brot úr yrking eftir Sonju Schneider)
Heystsuita er ein søga um slakt; men hon er fyrst og fremst ein søga um børnini. Hvat síggja barnaeygu? Hvat uppliva børnini? Hvussu luttaka tey í hesum serliga universi, sum eitur slakt? Hvussu hava tey tað saman við teimum vaksnu? ? Í Kaldbak verða tey tíðliga tikin upp í arbeiðið við slaktinum.
Á sýningini eru 48 svart/hvítar fotomyndir.
Myndirnar eru tiknar í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi í tíðarskeiðnum 2001-2004.
Sýningin er í Ribarhúsi til 29. juni 2005. Seinni í summar verður hon at síggja í Havn og í Klaksvík.