Í síni heilsan til ólavsøkugestirnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, at hóast Havnin er lítil í altjóða høpi, er hon ikki nakar eftirbátur við tiltøkum á ólavsøku.
- Enn sum áður er ólavsøkan okkara størsta fólkaveitsla, og tí eigur sjálvandi at vera pláss fyri okkum øllum, tí her savnast høgur og lágur. Vit hittast og heilsast og geva okkum stundir til eitt hugnaligt prát, og fáa kanska heilsað upp á onkran, ið vit ikki hava sæð ella frætt frá leingi. Soleiðis kenna vit ólavsøkuna og soleiðis eigur hon eisini at vera, sigur Heðin Mortensen í heilsan, sum er prentað í ólavsøkublaðnum hjá Miðlahúsinum.
Sum vera man, er borgarstjórin upptikin dagarnar uppundir og á sjálvari ólavsøkuni, men hann ætlar sær at fáa stundir til ymsu tiltøkini kring Havnina.
- Ólavsøkuaftan er tað sjálvandi skrúðgongan og setanin á Vaglinum, kappróðurin, svimjikappingin á vágni, ódnartak og dysturin millum B36 og ÍF. Og so plagi eg at handa útvarpssteypið eftir kappróðurin eisini, sigur Heðin Mortensen við heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu.
- Ólavsøkudag fara vit altíð í kirkju um morgunin eftir skrúðgonguna og hoyra kórsang á Vaglinum. Millum 16 og 18 eru Býráðssalurin, Móttøkuhúsið og Ráðhúsið opin fyri almenninginum. Og um kvøldið fara vit sjálvsagt til midnáttarsangin, sigur borgarstjórin.