Tað sleppa ongir felagsskapir at órógva ólavsøkuna við mótmælum ímóti grindadrápi. Tað sigur Peter Thaysen, Chefpolitiinspektørur við Sosialin í gjár.
Tveir týskir felagsskapir, ProWal og Wdsf, hava boðað frá, at teir ætla sær til Føroyar tann 29 juli at skipa fyri mótmæli í Havn ímóti grindadrápi. Tað er ikki av tilvild, at teir koma akkurát 29. juli, tí teir vita fullvæl at tað er okkaratjóðarhátíð.
Les eisini: Sleppa ikki til Føroya at oyðileggja ólavsøkuna
Peter Thaysen sigur við Sosialin, at útgangsstøðið er, at øll hava grundlógartryggjaðan rætt at savnast á almennum plássum, uttan at biðja um loyvi til tað.
- Men eru onnur atlit at taka, eitt nú trygdaratlit av ymsum slagi, kann løgreglan vísa teimum til ávís støð at savnast á.
- Í hesum førum vildu vit sagt, at allur miðbýurin í Havn, ella alt ólavsøkuøkið yvirhøvur, er eitt økið, har tað ikki ber til at hava onnur tiltøk enn tey, ið hoyra ólavsøkuni til.
- Sostatt mugu vit í hesum førum vísa mótmælisfólkinum á støð sum liggja langt burtur frá miðbýnum, at mótmæla á.
- Tað kundi verið í Hoyvík, á Argjum, ella á oljubryggjuni á Vestaruvág, fyri at nevna trý dømi, sigur Peter Thaysen.
|